TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við Jón Krosslá Poulsen, áleypara hjá FC Suðuroy beint aftaná Suðringar høvdu tapt 0-1 ímóti EB/Streymi við Margáir í Streymnesi fyrr í dag.
Jón Krosslá Poulsen heldur, at talan var um ein rótutan dyst, har hvørki liðið spældi væl.
Á jaligu síðuni nevnir Jón Krosslá Poulsen málverjan og verjuna hjá Suðringum, sum hann heldur stóðu seg væl. Men tað haltaði frameftir á vøllinum, viðgongur vágbingurin.
Seks stig aftaná trý umfør er tó góðkent hjá Suðringum, og Jón Krosslá Poulsen og liðfelagarnir ætla sær at vinna seg í hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Suðringar møta NSÍ við Løkin í Runavík skírisdag 13. apríl.