Tað gongur ikki væl í USA

Samanlagt eru 1300 fólk deyð við korona seinasta samdøgnið í USA.

 

 

Í Florida heldur korona-smittan fram at veksa, og í gjár vórðu skrásettir 191 nýggir deyðstilburðir í eitt samdøgur. Hóast øking í smittu, noyðist løgreglan at brúka nógva tíð upp á at fáa fólk at gevast við stórum veitslum og tiltøkum, sum eru kring um í statinum.

Samanlagt eru 1300 fólk deyð við korona seinasta samdøgnið í USA, og her siga myndugleikarnir, at seks statir seinasta samdøgnið hava skrásett methøg tøl yvir deyðsføll við korona seinasta samdøgnið.

Tað er serliga í statunum, Arkansas, Kalifornia, Florida, Montana, Oregon og Texas, at tølini eru høg og seta met við so mongum deyðsføllum, sum ongantíð áður, síðan korona-kreppan tók seg upp. 

Reuters veit at siga, at tølini yvir deyðsføll í USA yvir eitt samdøgur hava ikki verið so stór síðan í mai mánaði í ár. Kalifornia og Florida eru millum statirnar, sum eru harðast raktir, og her vórðu seinasta samdøgnið skrásettir ávikavist 171 og 191 deyðstilburðir.

Haraftrat halda smittutølini fram við at veksa í Texas, har tey skrásettu fleiri enn 6000 nýggjar tilburðir mánadagin í hesi vikuni. Samanlagt eru 400.000 fólk í Texas nú staðfest smittað við covid-19.