Tað verður av álvara talt niður í Effo-deildini. Í dag er 24. umfar á skránni.
Víkingur hevur møguleika á heimavølli at taka enn eitt stórt stig fram ímóti at endurvinna FM heitið. Gestir í Sarpugerði eru Suðringar, sum ikki eru heilt leysir av hóttanini at enda á níggjunda plássi.
Í Klaksvík snýr klassikarin millum Kí og HB seg um vánirnar hjá HB at varðveita spenningin um fjórða plássið í Europa næsta summar. Tað eru átta stig frá HB og fram til B36 og KÍ.
Í Fuglafirði verður nýggjur dómari í Effo-deildini, tá ið ÍF fær vitjan av NSÍ. Jóhan Hendrik Ellefsen úr Miðvági hevur ongantíð áður verið dómari í landskappingardysti í bestu deildini.
Við Margáir snýr grannauppgerðin seg um sætta plássið. Bæði Skála og EB/Streymur hava 26 stig.
B36 er á veg til Sørvágs. Meðan árstalsfelagið í fyrstu atløgu hevur fokus á silvurkrónunum, so snýr tað seg hjá illa sperda 07 Vestur um at lyft seg áttanda plássinum.
Tað verður aftur í dag sagt frá góðum líkindum at spæla fótbólt. Seinnapartin verður tað lágætt og í flestu støðum turt. Hitin verður eini trettan stig, og vindferðin verður einar 7-8 metrar um sekundið.
24. umfar
Ídag
KÍ-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
ÍF-NSÍ: Johan Hendrik Ellefsen Kl. 15.00
Víkingur-Suðringar: Dagfinn Forná kl. 15.00
EB/Streymur-Skála: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
07 Vestur-B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Støðan undan 24. umfari
Víkingur 49
B36 44
KÍ 44
NSÍ 37
HB 36
Skála 26
EB/Streymur 26
Suðringar 25
07 Vestur 19
ÍF 9