Tað gongur av skriðuni í Liverpool

Tað er ikki serliga hugaligt at vera Liverpool fjeppari í hesum døgum. Vónbrot oman á vónbrot hevur verið lagið seinastu mánaðirnar, og aftur í dag hilnaðist tað ikki væl.

Liverpool var tíðliga seinnapartin á vitjan í Stoke. Tað eydnaðist Liverpool at leggja seg á odda, men heimaliðið javnaði í síðstu løtu. Í yvirtíðin hevði Liverpool gyltan møguleika, men bólturin brast í stólpan aftanfyri danska landsliðsmálverjan Thomas Sørensen. Í hesum og eisini í øðrum førum kendu teir í Liverpool seg burturdømdar.

Miðverjin Sotirios Kuragiakos legði Liverpool á odda eftir fríspark í 57. minutti, og í 89. minutti javnaði Robert Huth eftir hornaspark.