Svøríki mátti taka til takka við keðiliga triðja plássinum í millumbólkinum, tá Týskland vísti seg ov stórur biti fyri norðurlendsku brøðratjóðina.
Svøríki kundi annars klára seg við javnleiki, og meginpartin av fyrra hálvleiki førdu teir. Soleiðis var støðan 18-16 leiðsla í hálvleikinum. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki stríddi Týskland seg upp á javnt, og fýra minuttir fyri leiklok førdu týsku meinsmeistararnir við 30-27.
Hóast Svøríki kom upp á 29-30 og høvdu ein mann í yvirtal, vóru tað týskarar, sum skoraðu seinasta málið og leiktu seg harvið í semifinaluna móti Danmark.
Semifinalurnar verða leiktar leygardagin, onnur verður sum nevnt millum Danmark og Týskland, með tað enn ikki er greitt, um Frakland skal møta Kroatia ella Noregi.