Jón Joensen, sum í gjár fyri fyrstu ferð spældi við manslandsliðnum í flogbólti á Oyggjaleikunum, var sera fegin eftir dystin, hóast hann sjálvandi hevði ynskt sær eitt annað úrslit.
– Tað kendist gott at vera í gongd aftur. Eg havi gingið og hálvgronast, tí eftir at hava vant í tríggjar mánaðir, bleiv eg skaddur undir síðstu venjingini undan leikunum. Eg var ikki 100 prosent, men tað gekk, segði Jón, sum iðraði seg um, at føroyska spælið ikki fyrr enn nú er við at koma upp á pláss.
– Høvdu vit spælt soleiðis fyrstu tveir dystirnar, høvdu vit verið komnir víðari, men tað nýttar einki at siga nú. Gotlandsdysturin er tann, ið hevur kostað okkum mest. Vit vita, at tað tekur tíð at venja seg til nýggja spælistílin, men at vit eru farnir yvir til tað skjóta spælið, fer at loysa seg í síðsta enda.