Tá Finnur lá innikavaður í Vestmanna

- Jólini ert ikki beinleiðis mín yndis-høgtíð. Men, tey eru góð at hava sum ein uggi í myrku tíðini., sigur Finnur Koba.

Hvussu heldur tú jól, og hvat siga jólini tær?

 

- Jólini í ár vóru, sum tey plaga at vera. Jólaaftan haldi eg hjá sysktinabarninum á Signabø. Jóladag - tað er í dag - havi eg útvarpsvakt, og um kvøldið eta vit hjá mostur míni í eysturbýnum. Tá klokkan er farin av midnátt spæla vit í Páll Finnur Páll væntandi til dans í onkrum náttklubba í Havnini.


 

Tað sigur Finnur Koba, sum heldur fyri, at jólini ikki beinleiðis eru hansara yndis-høgtíð. Men, tey eru góð at hava sum ein uggi í myrku tíðini.


 

- 2015 hevur verið eitt óvanliga vanligt ár fyri meg. Sum ein vatnrætt strika uttan stórvegis hæddar- ella lágpunkt.
Besta óvanliga staka upplivingin man vera sólarmyrkingin í mars. Vit sendu beinleiðis sjónvarp tann fyrrapartin, og tað var stuttligt at vera mitt í rokanum.

 

Finnur Koba sigur, at tað rørir hann, tá tjóðin savnast um okkurt ávíst, og hann kennir seg sum part av onkrum størri.

 

- Eins og tá Føroyar buka Grikkaland av - ella, tá vit lufta tjóðbúnan á ólavsøku og gerast partur av einum stórum útstillingsvindeygað, sum er Føroyar.

 

Hann leggur aftrat, at forrestin var ólavsøkan óvanliga góð í ár.


 

- Gjøgnum árið hevði eg fáar keðiligar upplivingar. Tann keðiligasta var kanska at vera vaktur hvønn morgun klokkan 05 í summar av einum stara, sum hevði tað fyri at seta seg á parabolina at skriða lýsnar av sær beint uttan fyri sovikamarið.

 

Hann vísir á, at tann keðiligasta einstaka upplivingin var, tá Vestmanna varð undirkavað í januar.

 

- Eg slapp ikki út, og spakin lá sjálvandi í innikavaða skúrinum.


 

Finnur Koba sigur, at hann eingi beinleiðis mál hevur sett sær fyri 2016 - burtursæð frá, at spakin má takast inn, og parabolin takast niður.

 

- Men, kanska skuldi lagt av at roykja, leggur hann brosandi aftrat.