– Hetta er startskotið til, at vit nú sjálvi kunnu taka okkum av teimum børnum og ungu, ið eru harðast rakt.
Tað segði Rebekka Perlick, serlækni, nú móttøka var á Landssjúkrahúsinum í sambandi við at nýggj dagdeild er latin upp til børn og ung við svárum sálarligum trupulleikum.
Hon segði, at á nýggju deildini kunnu tey bjóða intensiva miljø-terapeutiskar eygleiðingar og viðgerðir.
– Tað følist gott, at vit nú kunnu taka okkum av okkara egnu, heldur enn at senda tey av landinum í fleiri mánaðir, og kvetta alt samband, sum tey hava við skúla, vinir og familju, segði hon.
Tað nýggja dagtilboðið fer at hava við sær, at nú verður tað bara í heilt serligum føri, at børn og ung verða innløgd á psykiatriskari deild saman við vaksnum.
Nógvar atfinningar hava verið ímóti, at vaksin og børn hava verið innløgd á somu deild á Psykiatriska deplinum, men umstøður hava ikki verið til annað – fyrr enn nú.
Heilsumálaráðið sigur, at tað var í fjør, at fyrstu krónurnar vórðu játtaðar á fíggjarlógini til eitt dagtilboð til børn og ung við sálarligum trupulleikum.
Byrjað varð í smáum og tað hevur tikið sína tíð at rigga til. Men í heyst varð klárt at taka ímóti fyrstu sjúklingunum í nýumvældum hølum.
Sum er, røkkur játtanin ikki til at hava starvsfólk allan sólarkringin, og í røðu sínari bar Rebekka Perlick fram ta ynski, at játtanin verður hækkað næsta ár, soleiðis at starvsfólk eisini kunnu vera um børnini og tey ungu um náttina.