Tað eydnaðist - lendi á Mars í øllum góðum

Hetta er ein søguligur dagur

Alt gekk, júst sum tað skuldi, við slóðbrótandi Mars-verkætlanini hjá NASA. Nógv umtalaði Mars-rovarin Perseverance lendi trygt og gott á reyðu gongustjørnuni fyri lítlari løtu síðani.

Tað hevur verið sera stórur spenningur, tí tað er ikki bara at siga tað at lenda á Mars. Tað skuldi bara ein lítil feilur til, og so hevði tað ikki eydnast at lent. Men tað eydnaðist, og hetta er tí eitt risastig á leiðini at finna tekin um lív á Mars. 

Rúmdarfarið fór upp hin 30. juli 2020, og tað hevur tí tikið umleið sjey mánaðir at koma upp á Mars. Nú verður farið í gongd við tað, sum missiónin veruliga snýr seg um - at finna tekin um lív á Mars. Ikki núverandi lív, men tekin um lív frá fornari tíð. 

Tað avgerðandi tólið á Perseverance er kameratólið PIXL, sum føroyski David Arge Klevang Pedersen hevur verið við til at ment sum verkætlanarleiðari á danska DTU Space. Tí kann ikki sigast annað, enn at hetta eisini er ein søguligur dagur fyri føroyska verk- og rúmdarfrøði. Hetta man í øllum førum vera millum allarstørstu brøgd, sum ein føroyskur verkfrøðingur og granskari hevur verið so týðandi partur av.

Fyrsta myndin er longu tøk. NASA hevur almannakunngjørt hesa myndina:

##med2##