Tað er vandamikið at siga slíkt á Løgtingi

At ein løgtingslimur vil gera hassj lógligt í Føroyum, er so langt úti, at hann hevur ikki orð fyri tí, sigur løgtingslimur fyri Fólkaflokkin

- Tað er beinleiðis vandamikið at fáa røddir á ting, sum tala fyri at gera rúsevni lóglig.

Tað heldur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Hjá summum løgtingslimum var tað sum at vísa hundi brand, tá ið Bjarni Kárason Petersen, sum hevur sæti á tingi sum varalimur fyri Framsókn, fyri tendraðari mikrofon á tingsins røðarapalli, heitti á Løgtingi um at viðgera spurningin um at gera hassj, marihuana, og onnur bleytari rúsevni, lóglig í Føroyum.

 

Hann heldur ikki, at tey gera so stóran skaða, og verða tey lóglig, kunnu løgregla og tollvald heldur miðsavna seg um at leita eftir hørðum rúsevnum, sum eru tey, ið gera tann stóra skaðan.

 

Jacob Vestergaard helt, at tað var áhugavert at hoyra, tinglim fyri Framsókn siga, at nú skal hassj vera lógligt.

- Framsókn sigur seg vera frælslyntan flokkum, men tað er áhugavert av frælslyndið røkkur so langt sum at alt skal vera loyvt, eisini á rúsevnaøkinum, segði Jacob Vestergaard.

 

 

Men hann heldur, at hendir tað, verður tað ein galin endi.

Hann heldur enntá, at tað er beinleiðis vandamikið at fáa røddir á ting, sum tala fyri at gera rúsevni lóglig. Hann staðfesti, at rúsevni eru vandamikil og tí er neyðug at vit hava eftirlit við tí.

- Tá er betri at styrkja eftirlitið og fyribyrgjandi arbeiði, leggur hann afturat.

 

Floksfelagi hansara, Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir, heldur, at skal samfelagið vera so frælst, at alt skal bera til, eisini at lata ungdómin verða bundnan av rúsevnum, hava vit tvørturímóti mist okkara frælsi.

- Vit kunnu ikki lata frælsi forkoma okkum, leggur hon afturat.

 

 

Les eisini: Løgtingsmaður: Vit skulu tosa um at gera hassj lógligt í Føroyum

 

 

Hon heldur, at útsøgnin frá tingmanninum hjá Framsókn, er so langt úti, at hon hevur ikki orð fyri tí. Hinvegin heldur hon, at tað er gott, at Framsókn vísir sín rætta lit í hesum máli.

- Tað ljóðar næstan sum um at tinglimurin hjá Framsókn heldur, at rúsevni skulu vera triðja beinið, føroyska samfelagaði skal standa á.

 

- Rúsevni eru so skaðilig, at tað er ringt, at hugsa sær til, at nakar kann hava samvitsku til at tosa um at gera tað lóglig, segði Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir

 

Hon segði, at tinglimir mugu taka seg saman, tí heldur enn at gera rúsevni lóglig, eiga vit at herða eftirlitið, heldur hon.

 

Karsten Hansen, ið hevur sæti á tingi sum varamaður fyri Miðflokkin, sigur, at rúsevni eru bannað, tí tey oyðileggja lívið hjá teimum, sum verða fangað í tí. Og at kalla øll, sum verða bundin av rúsevnum, byrja við teimum bleytaru evnunum.

 

 

Les eisini: Løgtingsmaður vil gera hassj lógligt í Føroyum

 

 

- Samgongan eigur at gera sær greitt, hvat hon ætlar við hesum samfelagnum, serliga tá ið umboð fyri samgonguna mæla til at gera rúsevni lóglig.

- Hetta er ein ótrúligur máti at taka ábyrgd av okkara samfelagi upp á, sigur Karsten Hansen.

 

Bill Justinussen sigur, at skulu vit hava eitt púra frælst samfelag, hví so ikki bara gera øll rúsevni lóglig og lata hvønn einstakan taka ábyrgdina av sínum egna lívi.

- Tað gera vit ikki, tí summi fólk duga ikki at seta mørkini sjálvi, og so má samfelagið gera tað fyri tey.

 

- Tað er ikki ein haldgóð grundgeving, at vit skulu gera hassj lógligt fyri at sleppa undan lógloysi. Skal tað vera grundgevingin, kunnu vit eisini gera harðskap lógligan, tí so sleppa vit undan nógvum lógloysi. Men tað gera vit sjálvsagt ikki, tí vit mugu hava ávís mørk fyri, hvat ber til og ikki, sigur Bill Justinussen.