KÍ er topplið við 19 stigum, og 07 Vestur er á áttanda plássi við seks stigum.
Hóast munurin er stórur á støðutalvuni, so vita klaksvíkingar, at tað bíðar teimum stór avbjóðing á Dungasandi í Sørvági seinnapartin.
Tølini siga, at 10 tey seinastu árini hevur KÍ verið átta ferðir har vesturi, og bara tvær ferðir eru klaksvíkingar farnir til hús aftur við fullari úrtøku. 07 Vestur hevur vunnið tríggjar ferðir – í 2011 var talan um 1-0 sigur í kappingini um løgmanssteypið – og tríggjar ferðir er tað endað javnt.
Úrslitini eru merkisverd, tí KÍ er øll hesi árini endað omanfyri 07 Vestur.
KÍ sigrarnir hava verið 2-0 í 2017 og 3-2 í 2018. 07 Vestur sigrarnir hava verið – umframt steypasigurin í 2011 – 2-1 í 2013 og 4-2 í 2018. Í 2011 endaði tað 3-3 og 2-2 og í 2017 endaði seinni dysturin 1-1.
07 Vestur skal royna at reisa seg eftir vónbrotið, sum tað var mikukvøldið at tapa 3-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og næstsíðst tapti 07 Vestur 4-2 á heimavølli ímóti Víkingi. Tór-Ingar Akselsen hevur ikki verið við tvær tær seinastu ferðirnar, tí hann er darvaður av akslaskaða.
2-2 á heimavølli ímóti HB mikukvøldið kendist hjá KÍ meiri, sum at liðið hevði vunnið eitt stig heldur enn tapt tvey, tí tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at tað eydnaðist at javna til 2-2.
Mikukvøldið var Deni Pavlovic ikki við, og hann verður heldur ikki við ídag. Hann er darvaður av skaða í lærkrikanum. Bob Sumareh var ikki á listanum mikukvøldið, og longu í fyrra hálvleiki noyddist Heini Vatnsdal skaddur av vøllinum.