– Tað er tíverri ósatt, at Havnin svimur í pengum.
Tað staðfesti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn á býráðsfundi í Havn hóskvøldið.
Býráðið, sum tók við á nýggjárinum ætlar at gera onkrar broytingar í fíggjarætlanini, undanfarna býráðið samtykti.
Borgarstjórin sigur, at trupulleikin tey renna seg í, at Tórshavnar býráð hevur nógvar framfluttar íløgur, tí hesi seinastu árini hevur býráðið samtykt eina røð av íløgum, men í tí sambandi eru ikki allir pengarnir brúktir.
Sostatt er støðan tann, at tað standa 178 milliónir í framfluttum íløgum, tí býráðið hevur ikki klárað at brúkt allan peningin, sum er settur av.
Tórshavnar Býráð hevur fingið 67 milliónir meiri inn í skatti enn mett var og tað hevur fingið býráðslimir at føra fram, at tey svimja í pengum og at tað er nokk at taka av til alskyns íløgur.
– Men við tað at vit hava eina útreiðslu upp á 178 milliónum í framfluttum íløgum, mugu tær 67 milliónir brúkast til at fíggja tað.
– Harumframt skal kommunan hava eitt ávíst gjaldføri og tí er tað skeivt at fyrigykla fólki, at Havnin svimur í pengum, tí tað er ikki veruleikin.
Annika Olsen heldur somuleiðis, at tað er ógvuliga óheppið, at Tórshavnar Kommuna onga politiska íløguætlan hevur.
– Í 2015 vórðu 311 milliónir játtaðar til íløgur, men býráðið kláraði bara at brúka helvtina.
Annika Olsen sigur, at nú er liðugt at senda ballónir upp í loft og at samtykkja íløgur, sum tað ikki ber til at fremja, men sum bara verða rullaðar undan, ár um ár, soleiðis sum gongdin hevur verið.
Tí er meirilutin í býráðnum farin undir at gera eina íløguætlan fyri hesi næstu árini og tað vónaði hon staðiliga at minnilutin vildi vera við, so at fólk visti, nær tey kunnu vænta, at tær ymsu íløgurnar fella, tí alt verður ikki gjørt eftir einum ári.
Kortini ásannar hon, at býráðið er bundið av teimum avgerðum, undanfarna býráð hevur tikið, so rásarrúmið er avmarkað.
Tað fall býráðslimum, sum sótu í meirilutanum í seinasta valskeiði, fyri bróstið, at sagt varð, at ongin íløguætlan var, tí tað var tað.
– Allar íløgurnar, sum eru samtyktar eru lagdar í eina langtíðarætlan, segði Helena Dam á Neystabø.
Men her var Anfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, sum eisini var við í meirilutanum í seinasta býráð, ikki samdur. Hann segði, at hann hevði ferð eftir ferð sóknast eftir eini íløguætlan, men hon var ongantíð komin.
Hann leggur afturat, at nú tað er so nógv ferð á búskapinum er neyðugt ikki at leypa framav, men at leggja eina ætlan fyri, nær tær ymsu íløgurnar skulu gerast.