Tað er stór óvissa um stýrimannin

ÍF fyritreytirnar ímóti Skála eru ikki minst tengdar at, um stýrimaðurin í verjuni verður førur fyri at spæla í kvøld

Fuglfirðingar eru lættir og fegnir um, at tað á útivølli ímóti TB endiliga eydnaðist at halda tætt í verjuni og at skjóta trý mál. Undan oyggjauppgerðini ímóti Skála er stóra ivamálið, um Poul Nolsøe Mikkelsen, sum eftir langan skaðasteðg var við aftur sunnudagin, tá ið hann eisini skoraði, verður førur fyri at spæla í kvøld:

-Tað duga vit ikki at siga. Hann noyddist av vøllinum við Stórá tíðliga í seinna hálvleiki orsaka av somu knætrupulleikunum, ið hava hildið honum burtur í fleiri mánaðir. At verjuspælið eydnaðist so væl sunnudagin, tá ið vit einki mál fingu ímóti okkum og vunnu 3-0, komst eitt nú av, at tað endiliga bar til at spæla við miðverjuni, sum vit hava roknað við – Jan Ó. Ellingsgaard og Poul Nolsøe Mikkelsen, sigur ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen.

Gunnar Christiansen er burturstaddur. Umframt Poul Nolsøe Mikkelsen fór Bogi Reinert Petersen sunnudagin skaddur av vøllinum. Tað er ikki greitt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld.

 

Skálamenn ásanna, at teir hava trupulleikar í álopspartinum:

-Tvey mál í seks dystum sigur, at tað er frammi á vøllinum, at tað haltar hjá okkum, og vit arbeiða við hesum undir venjing, sigur Skála málverjin Andras Gango.

Allir Skála spælararnir eru tøkir í kvøld.

 

Í Fuglafirði rokna teir ikki við lættari uppgávu:

-Skála liðið er framúr væl skipað í verjustøðu, so tað verður avbjóðing at spæla okkum til møguleikar. Teir hava áður víst seg at vera vandamiklar í skjótum mótálopum, so tað ræður um at vera savnaður um uppgávuna alla tíðina, sigur Jógvan Martin Olsen.