Seinnapartin í dag kom havrannsóknarskipið Magnus Heinason aftur av Føroyabanka, har skipið hevur gjørt yvirlitstrolingar. Toktleiðari á túrinum hevur verið Petur Steingrund, fiskifrøðingur.
Sosialurin hitti fiskifrøðingin í dag, tá teir nærkaðust landi, og í samrøðu í blaðnum, sum verður borið í hvørt hús í morgin, greiðir Petur Steingrund í stuttum frá, hvussu út sær við hýsu og toski á Føroyabanka.
Tað er altíð spennandi, tá Føroyabanki verður kannaður – og ikki minst hesi seinnu árini, nú ábendingar hava verið um, at serliga hýsustovnurin og partvís eisini toskastovnurin aftur eru í menning.
Seinastu tvey árini hevur rættiliga nógv hýsa verið at sæð, bæði á Føroyabanka og á landgrunninum, og alt bendir á, at hýsustovnurin rættiliga er í menning í føroyskum sjógvi sum heild.
- Yvirlitstrolingarnar hjá okkum vísa, at tað er rættiliga nógv hýsa at síggja, og talan er um fisk í øllum støddum. Her er bæði smá hýsa, miðalstór hýsa, og her er stór hýsa.
Petur Steingrund heldur, at støðan hjá hýsuni á Føroyabanka tykist rættiliga spennandi, men eisini á landgrunninum hava yvirlitstrolingar víst, at her er eisini fult av hýsu í øllum støddum.
Góða gongdin, vit seinnu árini hava sæð við hýsuni, hevur tíverri ikki í sama mun verið at sæð aftur í tilgongdini av toski. Men, her er tó vón fyri stavn.
Ymiskar ábendingar eru um, at tað eisini gongur heldur betri við toskinum. Toskaveiðan í føroyskum sjógvi hevur verið so lítil í fleiri ár, at tað skal ikki so nógv til, at tað verður eitt sindur betur, enn tað hevur verið.
- Jú, tað eru ábendingar um, at bæði hýsa og toskur eru í vøkstri, tá vit hugsa um landgrunnin sum heild, tó at hetta serliga sæst aftur við hýsuni, sigur fiskifrøðingurin, Petur Steingrund.