Inntøkurnar, sum landskassin fær av veiðigjøldum, skulu ikki brúkast. Tær eiga heldur at fara í ein búskapargrunn. Soleiðis ljóða ráðini frá Arbeiðsgevarafeløgunum, nú landsstýrið er í ferð við at áleggja veiðigjøld á fiskiflotan.
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at tað hevur stóran týdning, at veiðigjøldini verða ásett soleiðis at tey fylgja gongdini í fiskiskapinum, soleiis at tey eru hægri, tá ið fiskiskapurin er góður ella prísurin góður, og tey eru lægri, tá ið fiskiskapurin er vánaligur ella tá ið prísurin er vánaligur.
Men tey halda eisini, at tað er avgerandi, at skipanin við veiðigjøldum verður støðug, so at hon ikki verður broytt í tíð og úrtíð
Men so halda tey eisini, at inntøkurnar av veiðigjøldunum eiga at fara í búskapargrunnin, so tað ikki verður stuttskygdi tørvurin á komandi fíggjarlóg sum verur avgerandi fyri, hvussu gjøldini vera ásett.
– Tað er altíð vandi fyri, at broytingar verða gjørdar við stuttum skotbrái, um so er, at fiskaprísirnir lækka, og inntøkurnar frá veiðigjaldinum vísa seg at gerast ov lítlar til at fíggja politisku ætlanirnar á einari komandi fíggjarlóg, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Tey halda nevniliga, at at tað eigur at vera gongdin í fiskiskapinum, sum avger hvussu nógv skal gjaldast, og ikki, hvussu stórar útreiðslurnar á fíggjarlógini eru.