Tað er søkin og ikki lønin sum telur

Heini O. Heinesen sær ein vanda í tíog vit hava lagt eins stóran álvara í , um tað fíggjarliga fer at loysa seg at vera politikari

Heini O. Heinesen, formaðurin í tingbólkinum hjá tjóðveldisflokkinum, sær ein stóran vanda í tí, um lønin hjá tingmonnum fer at hækka so mikið nógv, at tað fíggjarliga fer at loysa seg at fara uppí politikk:

? Eg eri ikki samdur við Sámali Petur í Grund, tá hann sigur við Sosialin, at møguleikin fyri at fáa bestu fólkini til politikarar verður størri, um lønin verður sett langt upp. Í mínari verð økir ein so stór lønarhækking, sum tann hann nevnir, um vandan fyri, at fólk fara at bjóða seg fram og kanska fara at verða vald, sum fara at hava størri áhuga í samsýningini, enn tey fara at hava fyri politikkinum, og tá verður nakað heilt galið, heldur Heini O. Heinesen.


Trongdin

Tjóðveldistingmaðurin í Kunoy heldur, at tað er sera týdningarmikið, at tey, sum bjóða seg fram í politikki, gera tað, tí tey halda seg hava ein politiskan boðskap, sum tey vilja stríðast fyri, eisini um lønin ikki er nakað at reypa av.

? Eg trúgvi uppá, at tað er alneyðugt, at vit føroyingar sjálvir taka um stýrisvølin í hesum samfelagnum. Tað er hetta, sum hevur drivið meg upp í politikk, og tað er bara so leingi, sum eg kenni eina trongd at stríðast fyri hesum, og tað rokni eg við verður altíð, at eg fari at taka lut í politikki.

? Fyri mær er henda politiska stevnan so mikið týdningarmikil, at eg haldi, at eg hevði brúkt tíðina upp á politiska arbeiðið, um lønin so var nógv lægri, enn hon er í dag.


Ikki fleiri lønir

Heini O. Heinesen sigur, at tjóðveldisflokkurin hevur ikki viðgjørt spurningin um tingmannalønirnar. Men hann fer ikki at seta seg ímóti, at lønirnar verða kvinkaðar uppeftir, tí tingmannalønin er ikki so høg:

? Eg havi valt at vera tingmaður burturav, og tað ber til. Men eg skilji væl, um tað hjá øðrum við fleiri skyldum, enn eg havi, fer at knípa, um tey bara hava lønina sum politikari at dúva uppá.

Um lønirnar fara at hækka soleiðis, sum tingformaðurin ætlar at spæla út við, so er Heini O. Heinsen harðliga ímóti, at tað skal bera til eisini at sita við aðrari løn:

? Eingin er verdur meiri enn eina almenna løn. Fært tú eina trivaliga løn sum løgtingsmaður, so eigur tað ikki at bera til at fáa løn fyri at røkja eitt annað arbeiðið, tí tað fer ikki at bera til at arbeiða fyri ta lønina, sigur Heini O. Heinesen, ið sostatt er ósamdur við Bjarna Djurholm, sum í gjár segði, at tað má standa upp til tann einstaka, um hann velur at vera politikari burturav ella at sita í sínum starvi samstundis sum hann er politikari.


Tænarin

Heini O. Heinesen heldur, at tað er av stórum týdningi, at tey, sum verða vald inn á ting, kenna seg sum tænarar hjá fólkinum og ikki ímillum valini kenna seg sum harrar hjá veljarunum:

? Vit eru fólksins tænarar. Tað skulu vit vera, og soleiðis skulu fólk síggja uppá okkum. Eg kvígi fyri, at um lønarhækkingin verður so ógvuslig, sum tað nú hevur verið nevnt, so fer tað umframt óhepnu avleiðingina, sum eg nevndi í áðni, eisini at hava við sær, at gjógvin millum veljararnar og tey valdu fer at økjast, og møguleikin verður størri fyri, at politikarnir fara at síggja seg sum harrar, og at veljarin eisini fer at síggja politikarnar sum harrar og ikki tænarar. Verður tað soleiðis, so verður talan um stórt afturstig, tí vit eru og eiga at vera fólksins tænarar.