? Hetta dámar mær onki.
Jákup Joensen, fyrrverandi løgtingsmaður og vinnulívsmaður í eitt langt lív, er ikki nøgdur við gongdina í fiskivinnuni seinastu tíðina.
Hann heldur, at gongdin er tann skeiva og at hetta kann verða okkum til stóran skaða í longdini.
Hann sipar til ymsar broytingar, sum eru gjørdar í lógini um vinnuligan fiskiskap.
? Ikki minst sipar hann til broytingarnar, sum gjørdi, at tað ber til at flyta fiskiloyvi ímillum bólkarnar, sum Frøyanes-málið er eitt gott dømi um.
Men hann sipar eisini til, at myndugleikarnir nú hava givið loyvi til, at fiskurin verður viðgjørdur og frystur umborð á skipunum.
Hetta sær hann sum eina fullkomiliga skeiva gongd.
? Avleiðingin av hesum politikkinum verður, at sum frálíður verða tað ov fá skip, og tvs ov fá arbeiðspláss.
? Og harafturat verða arbeiðsplássini flutt av landi, út á skipini.
? Hetta er sjálvandi tann rætta gongdin hjá teimum, sum eiga skipini, tí teirra møguleikar at forvinna eina rúgvu av peningi uppá stutta økjast munandi.
? Men tað ger samstundis, at minni arbeiði verður til fólkið landi.
? Og tað er ein sera óheppin gongd - uttan so at ein oljuvinna tekur seg upp, so at tað verður brúk fyri teimum tómu hondunum í hesi nýggju vinnuni.
? Tí henda sama fjøldin á landi bløðir í skatti og mvg, sum eisini verður brúktur í ymsum stuðuli til fiskivinnuna - samstundis sum fiskivinnan er undantikin mvg.
? Hetta er heilt meiningsleyst, sigur vinnulívsmaðurin úr Lopra.
Vita ikki, hvat teir gera
Hendan seinasta tíðin hevur eisini reist illgrunan um, at tingmenn hava ikki verið heilt greiðir yvir avleiðingarnar av teimum lógarbroytingum, teir hava samtykt seinastu tíðina.
Tí í sambandi við Frøyanesmálið hava tinglimir fleiri ferðir ført fram, at hetta var ikki ætlanin.
? Hetta avdúkar, at tinglimir hava ikki vita, hvat teir hava samtykt og, hvørjar avleiðingar tað fór at fáa.
? Og tað er tað mest óhugnaliga av øllum, at vit hava tinglimir, sum ikki hava ánilsi av, hvat teir gera. ? Tað er heilt ræðuligt at hava tinglimir, sum eru so ódugnaligir, at teir ikki duga at lesa og at skilja tær lógarbroytingar, sum teir sjálvir gera, sigur Jákup Joensen.
Men hann leggur afturat, at hann er samdur við teimum sum siga, at lógin skuldi ikki verið broytt soleiðis, at hetta læt seg gera, sum nú er farið fram.
Tvs, at tað ber til at flyta loyvi ímillum bólkar.
? Tí býtið ímillum bólkarnar liggur fullkomiliga fast í prosentbýtinum
Tað, sum Jákup Joensen sipar til, er, at í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur, hvussu stóran part av samlaða fiskiskapinum undir Føroyum, hvør skipabólkur skal hava rætt til.
Hann er eisini samdur við teimum, sum halda, at lógin skuldi ikki verið samtykt soleiðis, at tað bar til at frysta fiskin umborð.
? Tað er sjálvandi frálíkt fyri skipini. Men tað skerst ikki burtur, at tað ?stjelur? ein hóp av arbeiði frá fólkinum á landi.
? Ikki bara tí, at arbeiðsplássini eru flutt út á skipini.
? Men eisini tí at eg trúgvi onki uppá, at hesi skipini yvirhøvur fara at avreiða í Føroyum.
? Og skal tað ásetast við lóg, hvar skipini skulu avreiða, er tað í himmalrópandi andsøgn til herrópini um tær fríu marknaðarkreftirnar.
Onki við hvørt annað at gera
Men nú hava tinglimir fingið hægri løn. Ein grund fyri, at teir skuldu hava hægri løn, var nettupp, at dygdin í tingarbeiðnum skuldi verða betri. Samdur ella ósamdur?
? Ósamdur!
? Hatta hevur onki við hvørt annað at gera. Dygdin á tinglimum hækkar ikki fyri tað, um teir fáa hægri løn.
? Tað er ongin tingmaður, sum verður betri lógarsmiður fyri tað um hann fær hægri løn.
Sleppa av við fólkaflokkin
Vit spurdu eisini Jákup Joensen, hvat hann heldur skal til, fyri at benda fiskivinnuna inn aftur á beina kós.
? Fyri tað fyrsta skulu vit ikki hava ein fiskimálaráðharra, sum er fólkafloksmaður.
? Tí fólkafloksmenn hugsa bara um, hvat teir sjálvir kunnu fáa ein fyrimun burturúr.
? Eg veit ikki, um vit skulu lasta fólk fyri at hugsa um egnan vinning.
?Tí skulu vit hava avlop til samfelagið, og hjólini at mala, má onkur fáa so frægt av vinningi burturúr sínum virksemi, at nakrar krónur leypa av til íløgur.
? Og eg sigi ongan ringan fyri at hann tekur av, um hann fær møguleikan fyri at forvinna nakrar milliónir.
?Eg vil enntá siga, at vit skylda øll okkum sjálvum at taka av einum slíkum møguleika.
? Men vinningur skal valdast.
? Og eg haldi ikki, at hasin hugsunnarhátturin hoyrir heima í politikki.
? Tí politikarar hava eisini annað at hugsa um, enn bara at skapa vinning.
? Politikarar mugu fyrst og fremst hugsa um, hvat gagnar samfelagnum í síni heild.
? Og ein týðandi partur av tí er m.a. at tryggja fólki arbeiði.
? Tí er tað alt avgerandi, at vit fiskimálaráðharrin ikki er fólkafloksmaður. ?Mótpólurin hjá fiskimálaráðharranum er formaðurin í vinnunevndini.
? Og tað er eisini neyðugt at vit hava ein formann í vinnunevndini, sum er førir fyri at leggja lógaruppskot fyri tingið, sum snúgva gongdini aftur á beint.
? Og endamálið má verða, at sum mest av avkastinum í samfelagnum kemur útaftur til so nógv fólk sum gjørligt, so at ikki alt endar í lummunum á nøkrum fáum barónum, sigur Jákup Joensen í Lopra.