Tað er púra skeivt at gera tað upp á hendan mátan

Tað er eingin grund til at pengarnir koma til okkum at venda, sigur borgarstjóri

Mátin, sum eldraøkið verður fíggjað upp á, er óskiljandi. Tað heldur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin.

Sum skipanin er nú, flytir Landskassin endurgjaldið fyri eldraøkið til kommunurnar, og kommununurnar rinda so pengarnar út aftur til eldratænastuna.

Í Suðuroy er er tað Bú og Heimatænastan, sum umsitur eldraøkið, og sostatt fáa kommunurnar endurgjald úr landskassanum til eldrøkið, sum tær so rinda víðari til Bú- og Heimatænastuna.

Borgarstjórin í Fámjin heldur, at hetta er ein skipan, sum er púra óneyðug.

https://www.in.fo/news-detail/news/vilja-ikki-rinda-meiri/Les eisini: Vilja ikki rinda meir

– Tá ið eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita, var endamálið, at tær skuldu fáa endurgjald frá landsstýrinum, soleiðis at tað skuldi ikki kosta kommununum nakað, sigur hann.

– Men veruleikin er ein heilt annar, tí bara í Suðuroynni fer eldraøkið at kosta góðar fýra milliónir meiri enn kommunurnar fáa í endurgjaldi úr landskassanum, leggur hann afturat.

– Ein onnur avleiðing av núverandi støðu er, at summar kommunur fáa so lítið í endurgjaldi úr landskassanum, at tær hava stórt hall av eldraøkinum, sigur borgarstjórin í Fámjin.

– Hinvegin eru tað eisini kommunur, sum fáa nógv meiri í endurgjaldi frá landinum, enn tær rinda aftur til eldraøkið, og sostatt hava tær yvirskot av eldraøkinum - og tað var neyvan ætlanin, sigur hann.

Hann heldur, at tískil hevði tað einasta rætta verið at endurgjaldið úr landskassanum fór beint í kassarnar hjá eldratænastuni, púra uttan um kommunurnar.

Eitt, sum er avgerandi fyri endurgjaldið til kommunurnar úr landskassanum, er, hvussu nógv sjófólk eru í teimum ymsu kommununum sum sigla undir altjóða skipaskránni, FAS og donsku skipaskránni, DIS.

Tað heldur borgarstjórin í Fámjin er ein púra skeivur máti, tí kommunur við lítið av sjófólki, fáa lítið í endurgjald, og tær kommunur við nógvum sjófólkum, fáa nógv endurgjald - og summar fáa enntá meiri í endurgjaldi enn tær so rinda til eldraøkið.

Jóanis Lisberg heldur, at tað eigur at verða roknað út eftir fólkatalinum, ella talinum á pensjónistum.