Tað er ov strævið at fara til Suðuroyar

Tórshavnar býráð vil hava nú hava ein sama slag heilsuskúla í Havn, sum tann, ið hevur verið í Suðuroy í fleiri ár

Tað er ov strævið hjá næmingum at fara heilt til Suðuroyar at ganga á Heilsuskúla!

 

Tað halda tey í Tórshavnar Býráð. Og tí ætla tey nú at fáa landsstýrið at seta ein heilsuskúla á stovn í Havn eisini.

 

– At Heilsuskúlin er í Suðuroy ger, at fleiri ófaklærd starvsfólk setast aftur, tí tey síggja seg ikki før fyri at fara til Suðuroyar at nema sær hesar útbúgvingar, siga tey í býráðnum.


 

Í Tórshavnar býráð staðfesta tey, at tað er ein stór avbjóðing at fáa nokk av útbúnum starvsfólki til eldrarøktina.

 

Á Heilsuskúlanum í Suðuroy ber til at útbúgva seg til heilsuhjálpara, sum tekur 15 mánaðir, og til heilsurøktara, sum tekur 22 mánaðir.

 

Úrslitið av hesum er, at tað eru fleiri heilsuhjálparar og heilsurøktarar nú enn tað vóru fyrr. Men tey halda, at framvegis eru tað ikki nóg nógv, sum útbúgva seg til heilsuhjálpara og heilsurøktara, siga tey í Tórshavnar Býráð.

 

Og tey halda, at ein orsøkin til tað er, at fleiri setast aftur og ikki fara undir útbúgvingina, tí tey hætta sær ikki at fara til Suðuroyar á skúla.


 

– Talan er í flestu førum um kvinnur við familju, ofta við smærri børnum, og sum ikki hætta sær at vera í Suðuroy í hálvtannað til trý ár at fáa nema sær útbúgving, siga tey í býráðnum

 

Tey vísa eisini á, at ein leyslig kanning vísir, at var skúlin norðanfjørðs, hevði eini 30 ófaklærd starvsfólk í eldrarøktini í Havn farið í skúla.

 

– Staðfestast kann, at tá hesar heilsuútbúgvingar bara kunnu takast í Suðuroy, er tað ein forðing hjá fleiri, siga tey í Tórshavnar býráð.

 

Tey siga eisini, at tey hava tosað við leiðsluna á Heilsuskúlanum í Suðuroy um at skipa ein flokk av næmingum til heilsuhjálpara og heilsurøktara í Havn, ella aðrastaðni norðanfjørðs.

 

Higartil hevur svarið verið noktandi og ein grundgeving er, at tað er ov dýrt.

 

Í Tórshavnar Býráð vilja tey eisini vera við, at tey hava fingið fyrispurning frá donskum heilsuskúla um at koma til Føroya at útbúgva heilsuhjálparar og heilsurøktarar, men at tey hava ikki gjørt meiri við tað enn.

 

Tí mælir umsitingin í Tórshavnar býráð til, at býráðið heitir á Mentamálaráðið um eisini at skipa eina heilsuhjálpara- og eina heilsurøktaraútbúgving í Havn.

 

Og tað er eitt tilmælið, eldranevndin hjá býráðnum, tekur undir við.

 

Eldranevndin er ein nýggj nevnd hjá býráðnum, og í henni, eru Bergunn Kass í Framsókn, sum er forkvinna, umframt Turið Horn úr Tjóðveldi, Bjørghild Djurhuus, Halla Samuelsen, sum báðar eru úr Javnaðarflokkinum, og Bogi Andreasen, fólkafloksmaður. Hann hevur kortini ikki verið við til at viðgera málið.