Tað er neyðugt at byggja flogvøllin 1800 metrar

Vit hava í Føroyum ein flogvøll – ið er 1250 metrar langur. Neyðugt er nú at hesin verður longdur til 1800 metrar.

Nú eru 360 milliónir krónur oyramerktar til hetta eina endamál. Hóast vit í samgonguskjalinum avtalaðu, at flogvøllurin skuldi útbyggjast (sum skjótast) - so er spakin ikki settur í jørðina enn. Sum ein, ið hevur fylgt við hesum máli í mong ár, og sum eisini hevur lurtað eftir hvat flogkøn siga, so er einasta rætta at byggja vøllin út til 1800 metrar nú.

360 milliónir krónur eru oyramerktar til endamálið. Føroyska samfelagið hevur enn ongantíð nýtt eina krónu flogvøllin, so um ein nútíðargerð fer at kosta eitt sindur meira, so er púra rætt, at nýta hendan pening nú, so vit fáa eina góða loysn, nú vit útbyggja á hesum øki. Tað er bæði tiltrongt og neyðugt. Tað er býtt at gera eina ½ loysn. Og dýrt at koma aftur ígongd. Men tað eru lokalpolitisk ynski hjá nøkrum, at gera eina ½ loysn. . Teir vilja nevniliga ikki hava eina góða loysn.

Regulariteturin longu ídag er heilt góður, hóast vøllurin ídag lang ífrá lýkur tey krøv, ið verða sett til ein nútíðar vøll. Um hann verður bygdur út til 1800 metrar, fer hann at lúka tey krøv í føroyska samfelagið setir í mong Harrans ár fram. So tað er rætt at nýta hesar 100 - 200 milliónir fleiri nú og harvið fáa eina góða framtíðar tryggjaða íløgu fyri føroyska samfelagið.

B Djurholm hevur verið forsprákari fyri at niðurleggja vøllin í Vágum. Eg eri púra vísur í, at um annar landstýrismaður tók sær av flogvallamálinum, so hevði vøllurin longu verið 1800 metrar landur. Hvussu nógv hevur B Djurholm fingið Landsverk at tekna flogvallaútbygging í Vágum? Og hvussu nógv hevur B Djurholm fingið sama stovn at arbeiða við luftkastellum aðrar staðir – i vit als ikki hava tørv á – og heldur ikki ráð til?

Ein hevur enn ongantíð sæð cost benefit roknistykkið uppá at nýta 3 milliardir til at taka sær av um 10 flogførum árliga, ið Vága floghavn ikki fær tikið ímóti - og sum samstundis kunnu lenda á Glyvursnesi.

Eg taki undir við at byggja Sandoyartunnil.

Somuleiðis undir við at útbyggja skúla og heilsuverk.

Tað er neyðugt við betri umstøðum til ung lesandi og ung, ið eru einsamallir uppihaldarar.

Tað er neyðugt við gransking og umstøðum til gransking og granskarar.

Tað er neyðugt at byggja nógvar nýggjar skúlar ístaðin fyri teir gomlu, ið ikki nøkta nútíðar krøv.

Tað er neyðugt við nýggjum Studenta og HF skúla í Hoydølum

Tað er neyðugt við uml 1000 nýggjum plássum til okkara eldru og rakstur av hesum

Tað er neyðugt við betri umstøðum til okkara sálarligu sjúku og veiku.

Tað er neyðugt við møguleikum

Tað er neyðugt við 1800 metra flogvølli.