Tað er mark fyri hvørjar jólagávur kunnu sendast til Føroyar

Tað skal ikki nógv til, áðrenn móttakarin skal rinda toll og avgjøld av gávuni

Hesa næsti tíðina fara jólapakkar í túsundatali at koma uttanlands til Føroyar, men Taks ger nú vart við, at tað er mark fyri, hvørjar jólagávur kunnu sendast til Føroya, uttan at móttakarin skal rinda toll og avgjald av teimum.

Fyrsta treytin er, at talan í roynd og veru er um eina gávu, har einki vinnuligt endamál er uppi í. Og talan skal eisini vera um eina gávu, sum er sent frá einum privatfólki uttanlands til privatfólk í Føroyum. Umframt jólagávur, kann talan sostatt eisini vera føðingardagsgávur.

Gávan skal í mesta lagi hava eitt virði upp á 700 krónur, tí kostar hon meiri enn tað, skal móttakarin rinda toll og avgjald av henni.

Tað merkir, at tann, sum sendur gávuna til Føroyar, skal upplýsa hvat hon kostar, ella hvat hon er verd. Er eingin upphædd skrivað, ger Taks eina meting, og verður gávan mett at kosta meiri enn 700 krónur, verður sendarin noyddur at prógva tað øvugta við at vísa eina kvittan. Kann hann ikki tað, skal móttakarin rinda toll og avgjald av allari gávuni. 

– Í ivamálum er tað altíð Taks, sum ger av, um vøran er tollfrí, ella ikki, sigur Taks.

Tað ber til at senda fleiri gávur í sama pakka og tá kann hvør gáva í mesta lagi vera 700 krónur verd. Í slíkum førum skal sendarin upplýsir, hvussu nógvar gávur eru í pakkanum, og hvussu nógv hvør gávan er verd.

Taks sigur eisini, at hvør gáva skal vera ein eind, sum hoyrir saman. Tí ber tað ikki til at senda einar skógvar fyri 1.400 krónur til Føroya, og at pakka teir í tveir pakkar, sum hvør er 700 krónur verdur, fyri at sleppa undan tolli og avgjøldum.

Og eitt, sum er forboðið, tað er at senda rúsdrekka og tubbak sum gávu til Føroyar, tí Rúsan hevur einkarætt til at innflyta rúsdrekka, og tað eru bara vinnufyritøkur, sum kunnu innflyta tubbaksvøru.

Sum tubbak verður roknað snús, sigarettir, sigarir, píputubbak og tubbakk til vatnpípur, ella frukttubbak.

Taks ger eisini vart við, at fólk, sum búgva uttanlands, kunnu keypa gávur á internetinum og lata fyritøkuna, haðani tað er keypt, senda tað beinleiðis til Føroya, bara tær ikki kosta meiri enn 700 krónur.

Men hjá teimum, sum búgva í Føroyum, eru strangari treytir fyri at keypa á internetinum, frá handlum uttanlands. Tað merkir, at kostar vøran meiri enn 300 krónur, skal tollur og avgjald rindast av gávuni, sigur Taks.