Lív
Tað er nú greitt, at tryggingartakarnir fáa 50% av tryggingarfelagnum, Lív.
Tað samtykti landsstýrið týsdagin.
Samstundis samtykti landsstýrið at selja hina helvtina av LÍV til hægstbjóðandi.
Hetta er eitt mál, sum arbeitt hevur verið við í næstan fimm ár.
Men tað er als ikki vist, at komið er á mál fyri tað um landsstýrið nú hevur samtykt, hvussu framtíðin hjá LÍV skal vera.
Fyri Samtakið, sum røkir áhugamálini hjá tryggingartakarunum, er tað heilt avgerandi, at tryggingartakararnir eisini fáa ein partaeigarasáttmála, sum tryggjar teimum, at ongar týðandi avgerðir kunnu takast í nevndini í LÍV, uttan at semja er um tað.
Men tað vil Bjarni Djurholm als ikki gera viðmerkingar til.
Hann sigur, at fyribils vil hann ikki fara í smálutir við málinum, tí hann skal hava samband við tryggingartakararnar seinni.
Men hann sigur, at hann ivast ikki í, at Landsstýrið fær eina avtalu við tryggingartakararnar, sum teir verða nøgdir við.
Hann sigur, at nú fer umsitingin at seta samtyktina í landsstýrinum í verk.
Men hann sigur eisini, at talan er um eitt stórt og fløkt mál, so tað fer at taka sína tíð, tí tað skulu langar fyrireikingar til, uttan at hann tó nevnir, hvussu leingi hetta fer at taka.
Kortini væntar hann ikki at tað fer at eydnast at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið, fyrrenn á Ólavsøku.
Nú LÍV skal seljast, ætlar landsstýrið eisini, at tryggingartakararnir skulu fáa umboð í nevndina fyri LÍV, kanska við tveimum umboðum.
Hann sigur, at eftir fund við tryggingartakararnar var semja um, at fáa eina endaliga niðurstøðu týsdagin og at hann skuldi mæla landsstýrinum til at samtykkja, at tryggingartakararnir fingu 50% og at hini 50% verða seld hægstbjóðandi og at tryggingartakararnir skuldu fáa ávirkan og innlit.
Og tað er nú hent!.
? Tað, vit leggja størsta dentin á, er, at tryggingartakararnir fáa innlit og ávirkan, soleiðis sum Løgtingið hevur samtykt og tí setningi halda vit, at vit røkka við hesi samtyktini í landsstýrinum.
Bjarni Djurhom sigur, at landsstýrið hevur sett sær fyri at loysa eftirlønarmálið og í hesum sambandi kann LÍV verða ein krumtappur.
Tí hevur tað eisini týdning fyri landsstýrið, at ein loysn verður funnin fyri LÍV, soleiðis at trygingartakarnin vil kennast við tað og savnast um tað.
Tryggingartakararnir hava sett hart uppá at, at tað eru teir, sum eiga LÍV og at landsstýrið hevði ikki ognarrættin yvir tí, tá ið tað varð gjørt til alment partafelag í 1999.
Tí vilja teir hava 51% av partabrøvunum í LÍV, nú tað skal einskiljast. Fáa teir ikki 51%, vilja teir hava mist 50%, men so er treytin tann, at teir samstundis fáa ein partaeigarasáttmála sum tryggjar teimum, at ongin týðandi avgerð kann takast í nevndini,uttan at semja er um tað.
Spurningurin er so um samtyktin í landsstýrinum er nóg mikið, serliga tá ið landsstýrismaðurin onki vil siga um partaeigarasáttmálan.
Samtakið fyri tryggingartakararnir fara nú at tosa saman um málið.