Tað er gamaní at vera frelstur í góðum tíðum

? Tað er, tá ið tað gongur illa, at tað er brúk fyri einum virknum vinnupolitikki. Men rækjuskipini eru eitt gott dømi um, at í Føroyum er ongin vinnupolitikkur, sigur Óli Jacobsen

Rækjukreppa

Tað er gamaní at vera frelstur í góðum tíðum.
Hetta er skoðsmálið, sum føroyskir politikarar fáa frá formanninum í Føroya Fiskimannafelag.
Og hetta skal sjálvsagt skiljast í fluttari merking.
Tí tað, hann hugsar um, er kreppan í okkara rækjuvinnu.
?Tað gamaní hava eina greiða støðu til, at vinnan ongan studning skal hava, tá ið tað gongur væl. Men tað er tá ið tað gongur illa, at vit hava brúk fyri einum virknum vinnupolitikki.
Og tað er her, at Óli Jacobsen heldur, at okkara politikarar hava svikið.
?Støðan er tann, at teir vilja ella tora ikki so mikið sum at viðgera kreppuna, sum rækjuvinnan er í og tað er her hetta, sum er átaluvert, heldur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
Hann heldur, at tað minsta kravið kundi verið, at politikarar tóku støðuna hjá rækjuvinnuni upp til veruliga viðgerð.
?At nokta fyri at viðgera støðuna hjá rækjuvinnuni, kann vera ein politisk støða í sær sjálvum.
? Men tað, sum er at fýlast á, er, at í løtuni vita rækjumenn ikki, um teir eru keyptir ella seldir. Ein dagin sigur ein politikari í samgonguni, at teir fara at viðgera støðuna hjá rækjuvinnuni, men dagin eftir sigur onkur annar, at tað fara teir ikki. Ein dagin sigur ein politikari í samgonguni, at samgongan fer at lata rækjuvinnuni stuðul, men dagin eftir verður hetta avsannað av einum øðrum umboði fyri rækjuvinnuni.
?Tí veit rækjuvinnan ikki, hvar hon flýtur og tað er átaluvert, heldur Óli Jacobsen.
Og nú hendir so onki, fyrrenn nýtt landsstýrið er skipað, og, hvar rækjuflotin er tá, er ikki gott at vita.

Ikki altíð skilaleyst
Óli Jacobsen vísir á, at tað er ikki sagt, at tað altíð er skilaleyst at lata stuðul.
?Grundarlagið undir Norrønu er studningur, tí hon er undir FAS- skipanini, har Smyril Line fær ein fittan part av hýrunum til manningina endurrindaða. Sjálvt AP Møller og aðrir, útendskir stórreiðarar, fáa stuðul, tí tey, sum sigla við teirra skipum, betala als ongan skatt fyri at reiðarin skal sleppa bíligari í hýrum.
Í so máta kunnu vit siga, at bæði AP- Møller og aðrir stórreiðarar fáa eisini studning frá føroyska samfelagnum, tí nógvir føroyingar sigla við teirra skipum, uttan at betala skatt í Føroyum.
? So studningur er als ikki ókendur í Føroyum, men á øðrum økjum, eru politikarar hvørki til at høgga ella stinga í og tað er nokk so óskiljandi, heldur Óli Jacobsen.
Óli Jacobsen heldur tí, at Landsstýrið skuldi havt tikið støðuna hjá rækjuflotanum til viðgerðar.
?Støðan hjá rækjuvinnuni skuldi verið gjørd upp, so at greiða fæst á, hvat vinnan kastar av sær til samfelagið.
Tað arbeiðið hevur felagið rækjuskip longu gjørt og politikarar eiga at gera sær greitt, hvat skal til, fyri at rækjuvinnan kann hóra eitt ár, ella tvey afturat, til kreppan er av.
? Men so langt eru politikarrnir ongantíð komnir, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.