Elias var ein av fleiri skjúttum á málinum í Klaksvík fyri fýrati árum síðani. Fyrstu ferð hann var skjútti á málinum var í 1963.
Tá stóðu teir einir fimm ella seks mans við byrsum klárir at skjóta so hvørt sum bátarnir vóru róptir at vera komnir á mál. Teir plagdu at standa undir vegginum á gamla Dávavirkinum, sum liggur ovarlaga á kaiøkinum, har áskoðararnir til kappróðurin í Klaksvík plaga at standa.
Men í dag situr Elias einsamallur skjútti í málbilinum hjá Róðrarsambandinum við ikki færri enn fimm revolvarum. Ein í hvørjari hond, meðan ein maður rópar tølini á bátunum so hvørt, sum teir koma inn um. Og ofta er tætt ? rættuliga tætt, men skotið á málinum er ikki avgerandi upp á nakran máta, og tað fegnast Elias um, tí onkuntíð klikkir tað bara í revolvaranum.
Flottir bátar
Elias tosar um kappróðrarbátarnar í dag. Hann heldur, at teir eru fantastiska flottir í dag.
? Allur flotin so gott sum, er skiftur út, og tað eru sanniliga nakrir flottir bátar, sum rógva kapp í dag, sigur hann.
Annars heldur hann ikki, at tað er so stórur munur á róðrunum í dag. Bátarnir eru munandi vakrari og flottari. Og ikki at gloyma so lættir. Ordiligir kappingarbátar, meðan teir í gomlum døgum vórðu nýttir á floti eins væl og at rógva kapp í.
Elias heldur tó, at alt tos um, at teir nýggju bátarnir vinna allar róðrarnar er nakað fjas.
? Tað er ikki báturin, sum vinnur róðurin. Tað er fólkið í honum, slær hann fast.
Hann sigur, at kappingin í dag er so hørð, at tað er sjáldan langt millum bátarnar, tá teir koma á mál.
? Fólkið er so væltrenað í dag, so tað er onki at siga til, at tað er javnt, heldur Elias.
Skeyt av
Elias greiðir frá einari hending undir einum kappróðri á norðoyastevnu. Fyrr vóru teir fleiri skjúttar, og teir stóðu allir undir Dávavirkinum við hvør sínari byrsu, klárir at skjóta so hvørt sum bátarnir komu á mál. Elias rópti verið klárir, men ein helt, at hann hevði rópt, at hann skuldi skjóta, og tískil skeyt hesin róðurin hjá áttamannaførunum av.
? Vit hava kjakast um, hvat eg segði síðani tá, og tað gera vit enn tann dag í dag, greiðir Elias stórflennandi frá. Tað var sjálvandi ikki so stuttligt tá, men í dag verður bara flent at tí.
Hatta kemur ikki fyri í dag, tí at nú er tað bara ein maður, sum skjýtur, og hann hevur fýra revolvarar at ráðar yvir. Ein í hvørjari hond við fimm ella seks skotum hvør, og so tveir aðrar at skifta við til teir róðrarnar, har nógvir bátar luttaka.
Róði kapp
Elias róði nógv kapp tann tíð tað var. Hann greiðir frá fleiri skemtiligum søgum, sum hann minnist væl til.
Einaferð róði hann við fimm mannafarinum Trøllinum. Men hann varð biðin um at fara av, tí hann var ov tungur. Tá mannaði hann so ein annan bát saman við øðrum monnum, og teir smurdu so Trøllið av í kappróðri á norðoyastevnu.
Eisini róði Elias í fleiri ár við Vágsbátinum, sum er tann báturin, sum í dag hongur uppi undir loftinum í Christianskirkjuni. Fimm tey fyrstu árini gekst væl hjá teimum, og vit vunnu nógv, greiðir hann frá og peikar yvir á eitt steyp, sum stendur á einari hiill. Tað er eitt steyp, sum teir vunnu við Vágbátinum fyri nógvum, nógvum árum síðani.
Tá í tíðini vóru einans tríggjar stevnur, har róð varð kapp. Norðoyastevna, Jóansøka og Ólavsøka.
? Eg eri glaður fyri, at eg ikki rógvi í dag, sigur Elias. Hann heldur, at kappróðurin er vorðin alt ov tíðarkrevjandi við teimum hørðu og nógvu venjingunum og øllum stevnunum, sum farið verður til hvørt vikuskifti gjøgnum alt summarið.
Hann minnist aftur á, at teir plagdu at fara í bátin at venja einar tveir dagar áðrenn stevnuna bara fyri at venja eitt sindur.
? Tað vóru bert tríggjar stevnur grúuliga longi, greiðir Elias frá, men í dag telja heilar sjey stevnur við í FM. Og tað heldur hann er ræðuliga nógv.
Kappróður næstbest
Hóast Elias veit nógv um kappróður, hevur róð sjálvur og fylgir væl við, so er kappróður ikki hansara fyrsta áhugaítrótt. Tað er fótbólturin, sigur hann.
? Fótbóltur fyrst og so kappróður, soleiðis hevur tað altíð verið, greiðir hann frá.
Hann hevur verið limur í KÍ í 75 ár, og brúdleypsdaguirn hjá honum og konuni er tann 24. august. Føðingardagin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag. Tað er tó av tilvild, at tað júst er tann dagin, sigur Elias flennandi.
Hóast Elias er komin væl upp í árini, so sigur hann, at hann fer at halda fram, so longi sum orkan er til tað. Og leygardagin verður hann uttan iva at síggja í málbilinum, tá kappróðurin er farin í gongd.