Tá ið vit byggja almennar stovnar, sum hesar, haldi eg at tað er skevt, at byggja so fín hús. Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin. Løgtingið viðgerð í hesum døgum eina ætlan um at byggja eitt sambýli í Hoyvík til 18 fólk fyri 46 milliónir krónur.
Bill Justinussen heldur, at tað er ein dýrur stovnur, men hann heldur eisini, at í slíkum førum átti tað ikki verið neyðugt at bygt eitt hús við so nógvum skeivum vinklum, sum hetta húsið hevur. Tað bara ger húsið munandi dýrari at byggja, men tað er at kalla eingin fyrimunur fyri tað virksemið, sum skalv vera í húsinum.
##med2##
Hví skulu vit byggja so dýrt, tá ið tað eru so nógv fólk, sum standa á bíðilista hjá Almannaverkinum eftir at fáa ein bústað, spurdi hann í Løgtinginum ígjár, tá ið málið var til umrøðu. Hann heldur, at var byggingin einfaldari, so at talan var um eitt heilt vanligt hús, kundu tey fingið fleiri búpláss fyri somu pengar.
Hann ásannar, at tað er fantastiskt hjá teimum, sum fáa bústað í húsinum, men tað er minni hugaligt hjá teimum, sum ikki fáa bústað.
– Tað kann væl vera at vit soleiðis eru við til at skapa ein sosialan ójavna upp á hendan mátan, sigur Bill Justinussen.
##med3##
Hann legði kortini afturat, at hann fer ikki upp á nakran máta at leggja fót fyri hesi verkætlanini. Men hann sigur kortini, at skulu vit seta so høg krøv til teir stovnar, vit byggja, sum vit ofta gera, koma vit aldrin á mál at nøkta tørvin, sum er.
Og hann skoytir upp í, at tað er hansara fatan, at tað eru ikki búfólkini, sum seta hesi krøvini til, hvussu stovnarnir síggja út, men tað eru myndugleikarnir, sum seta hesi krøvini.
Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er ikki ósamdur um byggingina, tí hann heldur, at tað er innihaldið, sum hevur størri týdning. Men hann heldur ikki, at tað hevur so stóran týdning, húsið er so flott uttan.
Tvørtur ímóti heldur hann, at skuldi ætlanin eina ferð seinni verið at bygt stovnin út, fer tað bara at gera tað dýrari og tvørligari at byggja út, heldur enn tað hevði verið um so var, at talan var um ein vanligan bygning.
Tað varð eisini nevnt, at sama støða hevði gjørt seg galdandi í onkrari bygging hjá Bústøðum.
Ruth Vang úr Framsókn, heldur tvørtur ímóti, at tað í tað almenna byggir, skal tað vera dygd í tí og hon heldur, at eyguni skulu eisini hava sítt. Tað varð eisini ført fram, at hetta serliga sniðið á takinum kostaði einar 600.000 krónur eyka.