Tað er ein inntøkusíða og ein útreiðslusíða

Neyðugt at húsast við skili og at vinnulívið á sjógvi og landi fær góðan og tryggan karm at virka undir!

Tað sum politikkarar mangan gloyma og tykjast at hava trupult við at skilja, er, at tað er ein inntøkusíða og ein útreiðslusíða.
Tað er ein meginregla í einum og hvørjum húsarhaldið, at “man kemur út at koyra” um útreiðslusíðan ár eftir ár er størri enn inntøkusíðan!
Fyri landshúsarhaldið er meginreglan júst tann sama – og tí er tað altavgerðandi, at húsast verður við skili og at skattgjaldarans peningur verður nýttur skilagott!
Og eg spyrji, nær fara vit at húsast eftir føroyskum fortreytum? Ella skullu vit bara halda fram við at látast, sum um “tað gongur nokk?”NEI! og aftur NEI!!
Umráðandi er, at vinnulívið – bæði á sjógvi og landi – far góðan og ikki minst tryggan karm at virka undir. Nívandi avgjøld á vinnulívið er tað sama sum at “drepa hønina,ið verpur gullegg!! “.
Veikir polittikarar lata seg stýra av umsitingini
Politikkarin má hava rygg til ikki at lata seg stýra av umsitingini! Umráðandi er, at húsast verður skilagot – eingin ivi um tað!! Og tí má tað stríðast ímóti tí ráki sum hevur tikið seg upp - serliga tey seinru árini. Tað má arbeiðast fyri, at fremja skilagóðar loysnir! Rákið má vendast!Tað er ikki skilagott, framhaldandi at vaksa um “mannskapið á brúnni”! Hetta fær avleiðingar fyri tey,ið strevast og stríðast á “dekkinum”. Heldur eiga vit miðvíst, at kanna og fremja sparingar “á brúnni” til frama fyri tey, ið eru á “dekkinum”. Tað er ein skilagóð leið at ganga – til gagns fyri mong! Ikki bert skilagott , men neyðugt! Vit hava ikki ráð til annað!