Hinumegin borðið situr Gudrun Olesen, við høgru lið situr Edny Poulsen, sum er tolkurin til høvið. Orsøkin til, at vit hava tolk, er at Gudrun gjørdist deyv sum tvey ára gomul. Men tá vit koma í gongd at práta blívur tolkurin næstan burtur.
Gudrun leggur ikki fingrarnar ímillum. Hon byrjar beinanvegin at greiða frá, hvussu hon sum heilt ung flutti til Danmarkar. Hvussu uppvøksturin sum deyv var og so framvegis.
Hon greiðir frá, at hon hevði tað gott niðri í Danmark, og at serliga samanhaldið millum tey deyvu var sera gott. Men at tey deyvu á onkran hátt ikki høvdu so nógv samband við tey hoyrandi.
Niðri í Danmark gekk Gurun Olesen í HF og á háskúla fyri deyv. Og eisini nam hon sær útbúgving sum heilsuhjálpari í tíðini í Danmark.
- Tað var lætt at vera deyv í Danmark, tí mann fekk tolk, tá mann hevði tørv á tí, men eg føldi, at eg misti mín grønlendska samleika, og tí valdi eg at flyta til Grønlands aftur, tá eg var 22, greiðir Gurun Olesen frá.
Tað er ikki lætt í Grønlandi
Í Grønlandi arbeiddi Gudrun á ymiskum stovnum, og var í eitt tíðarskeið stuðul hjá einum deyvum drongi, sum eisini hevði trupulleikaatferð.
- Eg hevði logið, um eg segði, at tað er lætt at vera deyvur í Grønlandi. Tey fáa ikki nakra serliga hjálp, og tí verður alt sera tørført, sigur Gudrun Olesen.
Gudrun hevur eisini ein 17 ára gamlan son, sum er hoyrandi, men móðurmál hansara er teknmál, men hann tosar tó ikki heilt sum tey deyvu.
- At síggja hoyrandi tosa teknmál, er eitt sindur sum munurin á donskum og gøtudonskum. Tað er sama mál, men mann leggur merki til, at okkurt er øðrvísi, flennir Gudrun.
Arbeiðir á sambýli
Fyri nøkrum árum síðani flutti Gudrun Olesen til Føroyar, her hon flutti inn við manninum hjá sær, sum er føroyingur. Sindur seinni fekk Gudrun starv sum heilsuhjálpari á eldrasambýlinum oman Hoydalar.
Á stovninum eru øll hoyrandi, men tað sær Gudrun ikki sum nakran trupulleika.
- Tey eru so øgiliga fitt. Og skifta fegin yvir til danskt, sum eg ofta klári at munnavlesa, um tey tosa týðiliga, greiðir Gudrun frá.
Sum skilst á Gudruni vóru onkrir smávegis trupulleikar, men hetta broyttist tá leiðari kom á eldrasambýlið.
- Men nú gongur ordiliga væl, og mær dámar øgiliga væl at arbeiða har. Tey á stovninum eru øgiliga hjálpsom, og kann tolkur ikki vera til ein fund, sum er ásettur, verður fundurin fluttur, fortelur Gudrun.
Mugu hava kontakt við hoyrandi
Eisini greiðir Gudrun frá, at vit skulu vera sera errin av tí vit hava í Føroyum. At tað veruliga kom óvart á, tá hon kom til Føroyar, tí her eru ongi arbeiðsleys deyv.
- Størsti munurin millum deyv í Føroyum og Danmark, er í veruleikanum, at tey deyvu í Føroyum mugu vera saman við hoyrandi. Tað eru so fá deyv í Føroyum, at mann ikki veruliga kann gera sær eina sermentan á sama hátt sum í Danmark, og tað kann vera ein grund til, at ongin deyvur í Føroyum er arbeiðsleysur, sigur Gudrun Olesen.
Hon leggur afturat, at hon er sera glað fyri at búgva í Føroyum, og hugsar ikki um at flyta av landinum í bræði.










