Tá blómurnar løgdu bløðini saman

- Í 1999 minnist eg, at ein friður legðist yvir alt, og blómurnar í stovuni løgdu bløðini saman, sigur Annika Olsen.

Ert tú spent til sólarmyrkingina?

 

- Eg haldi, at hendan sólarmyrkingin verður eitt minnið fyri lívið. Eg fari at verða saman við mínari familju henda stóra dagin. Børnini hava havt nógv um evnið í skúlanum, og vit hava prátað nógv um evnið heima. Tískil er hetta ein dagur, eg serliga vil minnast afturá saman við mínari familju. Hvar vit fara at uppliva sólarmyrkingina, er enn ikki avgjørt, tí vit bíða eitt sindur eftir, hvar sólin verður at síggja. Men ætlanin er at fara út á Boðanes, oman í víkina og hava kaffi og morgunmat við og so sita og njóta løtuna.








 

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

 

Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?

 

- Ja, eg skilji væl, at fólk eru hugtikin av hesum fyribrigdi, tí tað er nakað heilt serstakt. Søguliga hava eisini nógvar áhugaverdar útleggingar verið um hetta fyribrigdð. At tað koma so nógv ferðafólk til Føroya, er bara gott fyri okkara umdømi og ferðavinnuna í Føroyum.











 

Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar?











 

- Eg havi ongantíð upplivað fulla sólarmyrking fyrr, men í 1999 upplivdi eg eina partvísa sólarmyrking. Eg minnist, at tað var í august í 1999, og eg var heima í feriu í Vági. Tað var einki hóvastak gjørt burtur úr, men tó so, at man var tilvitaður um at verja eyguni. Vit høvdu ein sveisihjálm heima hjá okkum, sum eg og beiggi mín skiftust um at brúka. Eg minnist bara, at tað legðist ein friður yvir alt, og blómurnar í stovuni løgdu bløðini saman. Tað var líka sum alt slóknaði, sigur Annika Olsen.