Tað bilar einki at fólk finnast at kringvarpinum, tá ið tey føla seg illa viðfarin, ella tá ið tey halda, at Kringvarpið ikki ger eitt nóg gott arbeiðið.
Tað heldur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum. Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá Jógvani á Lakjuni um á koyra tíðindadeildirnar í Kringvarpinum sundur aftur í tvey, so at tað ikki er sama tíðindadeild í Útvarpinum sum í Sjónvarpinum.
Tá ið Løgtingið skifti orð um málið í gjár, staðfesti landsstýriskvinnan, at tað er ikki ílagi, at vit hava ein part av føroyingum, sum ikki føla tað, at Kringvarpið eisini umboðar tey. Hon heldur, at ein orsøk er tann, at Kringvarpið ikki kemur nóg nógv runt í landinum. Og hon heldur eisini, at Kringvarpið eigut at hava oyruni opin fyri teimum atfinningum, sum verða settar fram.
Annars tekur Rigmor Dam undir við at Kringvarpið skal hava tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir. Tí heldur hon, at endamálið eigur eisini at vera, at Sjónvarpið og Útvarpið fáa hvør sína tíðindadeild. Og tað er eisini ein partur av viðgerðini, nú hon er farin undir arbeiðið at endurskoða lógina um Kringvarpið.
Ein partur av tí er eisini, at gera kringvarpsgjaldið bíligari hjá smærri vinnurekandi, og at lata fyritíðarpensjónistar, sum rinda fult kringvarpsgjald, somu sømdir sum fólkapensjónistar, sum rinda nógv minni í Kringvarpsgjaldi. Tað fer at geva Kringvarpinum nakrar milliónir minni í inntøkum.
– Men vit skulu gera okkum greitt, at býta vit Kringvarpið sundir aftur í tvey, uttan at hækka játtanina, kann tað eisini at fáa avleiðingar fyri virksemið, segði Rigmor Dam. Tí er tað eisini ein partur av arbeiðnum at kanna hvat tað fer at kosta at hava tvær tíðindadeildir.
Men so verður eisini arbeitt við at gera eina sjálvvirkandi skipan, har kringvarpsjaldið verður prístalsviðgjørt og lagar seg sjálvvirkandi eftir prísleguni í landinum. Sostatt eru útlit fyri, at kringvarpsgjaldið fer at hækkað so líðandi, so hvørt sum príslegan í samfelagnum hækkar.










