Tí vinnur Víkingur Stórsteypadystin

Sunnudagin verður Stórsteypafinalan millum FM vinnararnar úr EB/Streymi og steypavinnararnar úr Víkingi. Sosialurin metir, at talan verður um eina endurtøku av steypakappingin, tá Víkingur vann.

Stórsteypadysturin telur ikki við í samlaðu støðuni, men í nógvar mátar er hann startskotið til kappingarárið 2013. Á ovara vølli í Gundadali møtast EB/Streymur og Víkingur. Tvey lið, sum verða mett millum tey sterkastu í landinum aftur í ár.
Hjá báðum liðum er talan um broytingar frá í fjør. Fyri EB/Streym er størsta broytingin í verjuni, meðan tað er miðvøllurin, ið er broyttur mest hjá Víkingi.

Verjan er nýggj

Egil á Bø er ikki byrjaður aftur, meðan Jónhard Frederiksberg hevur skift til NSÍ. Sorin Anghel, sum stundum var í verjuni, er farin til AB, meðan miðvallarin Pauli G. Hansen er givin. Hetta eru allir menn, sum í sínum leiklutum vóru týdningarmiklir fyri verjuspælið hjá sundalagsmonnum.
Nýggi venjarin, Rúni Nolsøe, skal nú blanda kortini av nýggjum og finna eina loysn í verjuni, Rógvi E. Nielsen er komin til úr 07 Vestur og hevur higartil verið í miðverjuni, men mátti fara út skaddur í Klaksvíkskappingini. Hann er ikki tøkur til stórsteypadystin.
Tí skal Rúni til at finna eina nýggja loysn. Møguleikin er, at annar av Gert Hansen ella Árna G. Olsen verða í miðverjuni saman við Marna Djurhuus, og hin er á høgra bakki. Á vinstra bakki er Leif Niclasen ein møguleiki, men meiri sannlíkt verður tað Poul G. Olsen.
Levi Hanssen kemur ikki til landið fyrr enn seinast í mars mánaði. Tí verður miðvøllurin uttan hann. Pætur Dam Jacobsen og Niels Pauli Danielsen byrja heilt víst á miðvøllinum, men so er spurningurin um tað verður við Gunnari Zachariasen frammanfyri, ella um tað verður Brian Olsen.
Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen eru sjálvskrivaðir á liðnum, so er bara spurningurin um tað verður Leif Niclasen ella Gunnar Zachariasen, sum verða í høgra bori.

Broyttur miðvøllur

Verjuparturin hjá Víkingi er tann sami, sum hann hevur verið seinnu árini. Geza Turi er í málinum. Frammanfyri seg hevur hann Hanus Jacobsen, Erling Jacobsen, Atla Gregersen og Bárð Hansen. Niclas Niclasen er einsamallur maður eftir frá miðvøllinum, men verður sum skilt møguliga ikki við. Evrard Blé, Sølvi Vatnhamar og Fritleif í Lambanunum eri allir farnir úr felagnum. Tí er ikki óhugsandi, at Jann Ingi Petersen og André Olsen koma á miðvøllin. Her er Heðin Hansen eisini ein møguleiki.
Sum skilst, so hevur VÍkingur eisini spælt meiri 4-4-2 í mun til 4-3-3 frá í fjør. Tí er hugsandi, at Kaj Leo Í Bartalsstovu og Hjartvard Hansen spæla á hvørsínum vongi, meðan Finnur Justinussen saman við Filip Djordjevic manna álopið. Hans Jørgen Djurhuus er skaddur.

Víkingur vinnur

Bæði liðini skulu umstilla seg nakað frá í fjør, men tað er nærliggjandi at hugsa, at Víkingur verður omaná sunnudagin, tí broytingarnar eru longri frammi á vøllinum. Við Finni Justinussen aftur í álopinum og Kaj Leo í góðum formi, so verður tað helst ov nógv hjá nýggju verjuni hjá EB/Streymi at takast við.
Tað er heldur ikki ólíkt sundalagsmonnum at verða spakir tíðliga í kappingini. Hinvegin, so er álopið gott og Arnbjørn Hansen sær lættari og skjótari út í ár enn í fjør.
EB/Streymur skorar, men Víkingur vinnur.

Sosialurin tippar:

EB/Streymur – Víkingur 1-2

EB/Streymur: 4-3-3
Rene Tórgarð – Gert Hansen, Árni G. Olsen, Marni Djurhuus, Poul G. Hansen – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariasen – Hans Pauli Samuelsen, Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen

Víkingur: 4-2-2
Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Kaj Leo Í Bartalsstovu, Jann Ingi Petersen, André Olsen, Hjartvard Hansen – Finnur Justinussen, Filip Djordjevic.