Vágatunnilin er stongdur fyri allari ferðslu í kvøld, mikudagin 14. september 2016 frá kl. 17.00 til 19.30. Í hesum tíðarbili sleppa einans neyðsynjarakfør gjøgnum tunnilin.
Orsøkin til at tunnilin steingir er, at ein størri venjing verður sett í verk í kl. 17.00, og endar væntandi í seinasta lagi kl. 19.30.
Venjingin er ein liður í viðlíkahaldinum av trygdini og tilbúgvingini í Vágatunlinum, sigur Uni Danielsen.
Nakað av gramli hevur verið um, at tunnilin verður stongdur um tað mundi, fólk skulu heim frá arbeiði, men Uni Danielsen greiddi fyri Rás 2 frá, at tað var torført at finna eitt betri hóskandi tíðspunkt. Hann vísir á, at fólk, sum eru við í venjingini, hava borgarlig størv við síðunar av, og tí hevði verið torført at havt venjingina í arbeiðstíð ella á nátt.
Trýst á pílin undir myndini fyri hoyra Una Danielsen greiða frá.










