Toftir: Minningarhald verður leygardagin

Minningarhald teirra sjólátnu verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum allahalgannadag, leygardagin 1. november kl. 15.00.

 

Ovi Brim, próstur, talar og Petur Hans Hansen syngur við fylgispæli av Andreu á Regni Højgaard.

 

Síðan verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir

 

Aftaná verður bjóðað til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Nes kommuna í tíðindaskrivi.