Tí var Dánjal ikki við í Hvonn Live

Ein partur av Hvonn Live sendingini hjá Rás2 farna vikuskifti var eitt innslag um Fólksins Rødd hjá Kringvarpinum.

Fólksins Rødd hevur verið ein sera undirhaldandi og nógv umrødd sending. Tí vildi Rás2 gera eitt innslag um sendingina. Hugskotið var at fáa nøkur av fólkunum at siga, hvussu tey høvdu upplivað at vera við í sendingini, hvørjar reaktiónir tey hava fingið eftir sendingarnar, hvussu tað er at siga sína erligu hugsan alment, hvussu tað er at blíva landskend, og um tað eru negativar fylgjur av luttøkuni í eini slíkari sjónvarpsrøð.
Innslagið í Hvonn Live skuldi rigga í eini café-sending leygarkvøld, og tí vórðu nøkur redaktionell val gjørd út frá tí. Tað hevur ein fjølmiðil sjálvsagt rætt at gera – og verður noyddur at gera allatíðina. Kringvarpið hevur til dømis valt fólk til Fólksins Rødd og hevur harvið samstundis frávalt túsundtals føroyingar, sum umboða øll hugsandi sjónarmið. Tað er einki óvanligt í tí – soleiðis eru treytirnar í fjølmiðlunum og í nógvum øðrum viðurskiftum eisini.
Av royndum halda vit okkum vita, at tað hevði verið ov nógv við fimm ella seks gestum afturat teimum báðum vertunum í Hvonn Live. Tað kundi blivið eitt rótut og fløkt innslag. So vit vildu hava tvey ella trý fólk, sum umboðaðu sendingina onkursvegna, við til innslagið. Eina løtu var upp á tal at taka fýra fólk við, men tað endaði við, at tey vórðu trý fólk - Sonhard, Ingi og Arnfríð. Tey hava kanska verið stóru profilarnir í sendingunum, og tey umboða eisini ymiskar partar av landinum. Vit hildu, at tey riggaðu væl til okkara sending júst hesaferð, og vit hildu eisini, at tey fóru at rigga saman í sama innslagi. Men tá mann ger eitt val, so er tað eisini eitt frával. Og hesaferð vóru Katrin, Danjal og Aggi ikki boðin við, men tað liggur eingin illvilji í tí fyri tað. Vit kundu eisini valt tey, og valt hini frá, og so høvdu vit sjálvandi eisini fingið eitt fínt innslag, sum sjálvandi hevði verið nakað øðrvísi. Men hesaferð valdu vit so Sonhard, Inga og Arnfríð.
Í Fólksins Rødd hóskvøldið var Dánjal sera misnøgdur við, at hann ikki varð boðin við. Tað er harmiligt, tí endamálið við sendingini var ikki at gera fólk kedd. Og høvdu vit vitað, hvussu stóran týdning tað hevur fyri Dánjal at sleppa fram at í miðlunum at siga sína hugsan, so kundu vit kanska havt fingið hann við onkurvegna. Og Dánjal skal vera hjartaliga væl komin í sendingar á Rás2, tá ið høvi býðst til tað.
Men vit eru sera hørm um, at Dánjal í stutta brotinum í Fólksins Rødd kom við fleiri skeivum pástandum um sendingina og kom við keðiligum ákærum ímóti Rás2 og teimum fólkunum, sum skipa fyri sendingini. Dánjal segði, at hann var tann einasti av teimum í Fólksins Rødd, sum ikki
var boðin við til Hvonn Live - at hann einsamallur var útihýstur frá sendingini. Tað passar ikki. Hann var ein av fleiri, sum ikki vóru boðin við hesaferð.
Dánjal segði eisini soleiðis í Fólksins Rødd hóskvøldið: “Eg haldi, at tað er øgiliga undarligt, at mann útiheldur ein persón. Og serliga tá ið teir persónarnir, sum eru tiknir við í dag, verða bidnir um at úttala seg um religión og Gud, og hvat veit eg”. Hetta er skeiv og rættiliga misvísandi útsøgn. Dánjal var ikki einsamallur “útihýstur”, og tað var eingin spurningur um religión spurdur í sendingini. Prátið snúði seg ikki um átrúnað og skuldi ikki verða eitt kjak um átrúnað. At Ingi so hevði onkra viðmerking um átrúnað, er nakað annað, men fólk vórðu ikki biðin at úttala seg um religión í sendingini.
Sum tað triðja fekk Dánjal tað at ljóða, sum at hann einsamallur var útihýstur frá sendingini, tí hann er trúgvandi. Tað er rættiliga álvarsom ákæra at koma við og hevur absolutt einki hald í veruleikanum. Vit útihýsa ikki fólki á Rás2 av átrúnaðarligum orsøkum. At Dánjal var ein av teimum, sum ikki varð boðin við, var av heilt øðrum orsøkum, sum tað er greitt frá omanfyri. Kanska kundi Dánjal frameftir hugsa seg eitt sindur betur um, áðrenn hann ógrundað ákærir og dømir fólk á slíkan hátt. Og kanska kann Dánjal hugsa um, hvat fræ hann hevur sátt millum fólk við sínum útsagnum – og hvussu tað kann ganga út yvir fólk, sum av órøttum standa fyri skotum av hansara ákærum.