Tí valdi nevndin hesa loysnina

John Petersen og Mikkjal Thomassen. Eitt venjarapar, sum í stóran mun hevur sín samleika í B36. Báðir umboðaðu felagið í fleiri ár sum leikarar.
Tað hevur verið at hoyrt í fleiri mánaðir, at teir skuldu seta seg í venjarasessirnar. Nú er tað staðfest. Partarnir hava støðugt tosað saman, og seinastu luturnir komu upp á pláss um vikuskiftið.
Sámal Ímundarsson sigur, at báðir eru høvuðsvenjarar, og tað er ein fyrimunur.
- John og Mikkjal eru ikki líkir sum persónar, og vit halda, at teir standa sterkir sum ein eind. Soleiðis stuðla teir hvør øðrum, sigur hann.
Men hvørgin hevur stórvegis úrslit at vísa á sum venjarar. Hví meta tit, at teir kunnu venda kósini?
- Mikkjal hevði eina nærmast ómøguliga uppgávu sum venjari í 2009, tá B36 var í niðurflytingarvanda. Hann hevur ikki havt karmarnar at prógva sítt virði. John var partur av venjaratoyminum hjá AB sama ár, og argjamenn stóðu seg væl, vísir formaðurin á.
Hann váttar, at nevndin hevur tosað við aðrar venjarar, men tað hevur allatíð verið ætlanin, at John Petersen og Mikkjal Thomassen skuldu standa á odda fyri liðnum.