Hesa myndina hevur Terji Nielsen hjá Sev tikið. Myndin vísir vindmyllurnar í Húsahaga, sum lýstu ljósarreytt í gjár.
Hetta varð eisini gjørt í fjør júst 20. oktober. Orsøkin er, at Sev á hendan hátt varpar ljós á bróstkrabba. Oktober mánaður hevur seinastu árini verið brúktur at varpa ljós á bróstkrabba og er tað eisini gjørt í Føroyum í ár.
Ein av átøkunum er, at fleiri kvinnur, sum hava havt ella hava bróstkrabba, hava tikið stig til kvøldsetur, har tær greiða frá lívinum við sjúkuni og umframt tað hava tær blogga um sjúkuna. Fleiri bloggar hava verið á in.fo um hetta og um eitt bil kemur enn ein.