Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm hevur í dag givið sjúkrahúsunum boð um fyribils bert at senda sjúklingar til serviðgerð uttanlands, sum hava bráðneyðugan tørv á tí. Samstundis verða møguleikarnar at fáa fylgjara við, avmarkaðir Heilsumálaráðið hevur gjørt framrokningar av nýtsluni til serviðgerð uttanlands fyri 2009, grundað á nýtsluna fyrsta hálva árið.
Útrokningarnar vísa eina munandi meirnýtslu, um gongdin, sum nú er, heldur á fram.
- Tí er alneyðugt við umfatandi átøkum beinanvegin, soleiðis at nýtslan ikki spreingir fíggjarkarmin, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í tíðindskrivi í kvøld.
Tí hevur hann boðað sjúkrahúsunum frá, at virksemið má tálmast beinanvegin.
Hetta merkir, at framyvir eru tað einans sjúklingar við bráðneyðugum tørvi, sum sleppa av landinum til viðgerðar. Sjúklingar, sum ikki hava bráðneyðugan tørv á viðgerð uttanlands, koma á bíðilista.
Í heyst verður støðan eftirmett og tá fæst at vita, um aðrir sjúklingar enn teir við bráðneyðugum tørvi, aftur kunnu fara til viðgerð uttanlands.
Somuleiðis eru strangari reglar gjørdar fyri, nær sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri fylgjarar. Hereftir sleppa fylgjarar bara við sjúklingum, um talan er um lívshóttandi sjúku, ið hava bráðneyðugan tørv á viðgerð uttanlands. Eisini um serlig viðurskifti gera seg galdandi so sum høgur aldur, sálarlig sjúka, ringt avlamni ella líknandi.
Nú er eisini sett í verk ein miðvís ætlan fyri at fáa fleiri sjúklingaviðgerðir og eftirkanningar framdar í Føroyum, sum annars verða gjørdar uttanlands










