Annita á Fríðriksmørk
tingkvinna og valevni Tjóðveldisfloksins.
????????
Tjóðveldisflokkurin er fyri samstarvi í útnorði, tí tjóðirnar har samstarva á jøvnum føti.
Tjóðveldisflokkurin er fyri, at Føroyar fáa limaskap í Norðurlanda-ráðnum, tí tá fingu vit har eina sjálvstøðuga rødd og vildu soleiðis samstarva á jøvnum føti við hini Norðurlondini.
Somuleiðis eru vit fyri, at Føroyar gerast limaland í Sameindu Tjóða.
Men hví er Tjóðveldisflokkurin so ímóti limaskapi í ES, tá vit ynska limaskap við ST, Norðurlandaráðið og útnorðurráðið?
Í stuttum er at siga, at hendan mótstøðan móti ES, sum allir politisku flokkarnir í Føroyum hava - uttan Sambandsflokkurin - kemst einamest av tí fiskiríkidømi, sum er runt Føroyar, - hvørs ríkidømi vit missa ræði og ávirkan á, um vit gerast limir í ES. Eisini eru vit í heila tikið ímóti limaskapi við felagsskapir, sum ikki tryggja smátjóðum fólkaræðisliga ávirkan og vald á sínum tilfeingi og framtíð.
Men vit halda tað verða umráðandi, at vit fáa limaskap og virka í altjóða felagssakpum, sum hava týdning fyri vinnu okkara, mentan, útbúgving og gransking. Slík stremban vil geva okkum ein nógv størri pall at spjaða virkisváðan, og opnar dyr allastaðni úti í heimi og vil soleiðis forka okkum inn í virksemi av alskyns slagi, sum annars ongantíð síggja dagsins ljós í einum afturlatnum heimastýri.
Útnorðurráðið eigur at samstarva miðvíst við ES
Um vit eru ímóti limaskapi í ES so er alneyðugt at vit hava eitt gott samstarv við ES. Hetta samstarv fæst best við, at londini í útnorði standa saman sum ein mótvekt og samstarvsfelagi hjá ES. Samstarvsavtalur av slíkum slag skulu tryggja hesum trimum londunum í útnorði marknaðaratgongd til tann stóra marknaðin niðri í ES. Eisini eiga samstarvsavtalurnar at útbyggja útbúgvingar- og granskingarmøguleikar fyri ungdóm okkara allastaðni í Europa. Hetta er alneyðugt um framtíðartilfeingi okkara ? tey ungu og børnini ? skulu hava nakran møguleika í framtíðini at lyfta Føroyar á eitt altjóða støði, sum er og verður kravið, um tú skalt fylgja øðrum vesturlendskum tjóðum.
Hetta eigur at verða boðskapar okkara eisini á Fólkatingi nú tey fyrireika at senda alsamt fleiri mál niður til Brússel at umsita. Vit mugu ikki siga sum Sambandsflokkurin, at tey stóru og tungu málsøkini eru betur umsitin í Brússell enn heima hjá okkum. Vit mugu hava høvuðsábyrgdina og mugu finna samstarvs-loysnir við onnur lond. Onnur lond kunnu ikki hava høvuðsábyrgdina og gera avtalur fyri okkum. Tað megna vit best sjálvi, tí tað eru vit, sum vilja hava samband við allan heimin!