Tá tølini tala

Neyðugt er við føroyskari fólkateljing, var niðurstøðan á stórari granskingarstevnu í Havn

"Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal." Soleiðis lesa vit í Lukas evangeliinum, at longu á døgum Kristusar vóru tey, sum sótu við valdinum, greið um, at treytin fyri skilagóðum politiskum avgerðum er vitanin um menniskjaliga tilfeingið í ríkinum.
Hetta vóru fyrireikararnir av norðurlendsku granskingarstevnuni, sum var í Havn í døgunum 27.-29. mars, eisini greið um, tá ið tey buðu 17 granskarum úr Norðurlondunum koma higar at tosa um, hvussu vit kunnu skipa hagtøl um vælferð, arbeiðsmarknað og javnstøðu í Føroyum.
Í upplegginum til stevnuna søgdu fyrireikararnir, at bæði í samfelagsgransking, í almennari fyrisiting og í vinnulívinum hevur tað alstóran týdning at fáa álítandi tøl at arbeiða við, og at føroyska støðan er serliga trupul, tí her eru stór hol í hagtalsgrunnunum.
- Vit vita eitt nú ikki, hvønn førleika og hvørjar útbúgvingar fólk hava her á landi, lítið um hvussu arbeiðsmarknaðurin er samansettur og um umsorgan av børnum og gomlum, siga fyrireikararnir, Hagstova Føroya og Fróðskaparsetrið.
Á stevnuni vóru tveir almennir fundir, har serfrøðingar hildu fyrilestrar, umframt pallborð við føroyskum og útlendskum luttakarum og orðaskifti.
Um fólkateljingar
Seinastu fólkateljing í Føroyum skipaðu danir fyri í 1977, og síðani hava vit nærum ongar upplýsingar fingið um menniskjaliga tilfeingið í landinum. Við øðrum orðum, so kenna vit ikki støðið á vælferð okkara, og kunnu sostatt ikki sammeta okkum við onnur lond. Í hesum sambandi verður standurin í landinum ikki einans roknaður út frá krónum og tonsum, men hvussu vit liva og húsast, sum íbúgvar í landinum.
Upplysingarnar í eini fólkateljing, sum vera skrásettir í einum dátugrunni, skulu, umframt at geva eina støðumynd av samfelagnum júst nú, dagførast alla tíðina. Hetta krevur eitt umfatandi samstarv millum stovnar og fyritøkur.
Í hinum Norðurlondunum, har tey hava skipað hesi viðurskifti, hava myndugleikar, fyritøkur og stovnar skyldu til at geva boð, til dømis tá fólk flyta bústað, gerast liðug við eina útbúgving, fáa nýtt starv og líknandi. Soleiðis ber altíð til hjá hagstovunum, at fáa til vega tøl, sum lýsa standin í landinum. Hesar upplýsingar eru alneyðugar innan gransking, politikk og vinnulív.
Seinasta fólkateljingin í Noregi
Annar av útlendingum, sum helt fyrilestur á granskingarstevnuni, var Paul Inge Severeide, sum var leiðari fyri norsku fólka- og bústaðarteljingina, sum Statistisk Sentralbyrå gjørdi í 2001. Hann var komin higar at greiða frá, hví og hvussu normenn skipaðu seinastu, og kanska eisini seinastu, fólkateljingina.
Hann segði eitt nú, at endamálið við fólkateljingini var at savna dáta, sum, umframt at geva eina mynd av Noregi tann 3. november 2001, skuldi geva eitt varandi grundarlag fyri framleiðslu av týdningarmiklari vitan um samfelagið. Umframt hetta, skulu upplýsingarnar lúka tey krøv, sum brúkarin hevur, á einum høgum støði. Eisini skulu tær kunna samanberast við eldri fólkateljingar og onnur hagtøl, og vera í trá við altjóða ásetingarnar á økinum.
Síðani greiddi hann frá, hvussu tey skipaðu fólkateljingina í Noregi, eitt nú við at samankoyra teir dátugrunnar, sum frammanundan eru tøkir í umsitingini. Tað veri seg persóntalsyvirlitið, dátugrunnar hjá arbeiðsgevarum og ?takarum, frá útbúgvingarstovnum og upplýsingar um inntøkur og ognarviðurskifti. Einasta økið í Noregi har skrásetingin ikki var nøktandi frammanundan, var á íbúðarmarknaðinum, og var tískil neyðugt at senda út spurnarbløð til allar norðmenn um hetta.

Legði føroyingum lag á
Paul Inge Severeide segði, at tá vit í Føroyum skulu undir eina fólkateljing, er ymiskt sum vit eiga at hava í huga. Fyrst og fremst er neyðugt, at skapa grundarlag fyri varandi dátugrunnum. Tað vil siga, at vit eiga at upprætta og dagføra grunnar innan umsitingina, sum síðani kunnu samankoyrast. Tí er eisini neyðugt við sera neyvum samstarvi millum ymsu liðini í umsitingini. Eitt annað sum hann nevndi, var týdningurin av at tryggja persónsupplýsingar.
At enda segði Paul Inge Severeide, at hendan íløgan í vitan, er ein íløga sum eitt nútíðar samfelag sum Føroyar, illa kann vera fyri uttan.
Okkum vanta tøl
Annar, sum hevði framløgu á granskingarstevnuni, var Hans Pauli Strøm, sum starvast sum sosiologur á Hagstovu Føroya. Hann greiddi í stuttum frá um tørvin á einari fólka- og bústaðarteljing í Føroyum, og spurdi samstundis hvørjar upplýsingar okkum vantar, hvørjar møguleikar og avmarkingar eru fyri at fá til vega hesa upplýsingar, hvussu vit kunnu fáa teir til vega, og hvussu vit skulu skipa økið frammyvir.
Hans Pauli Strøm, hevði býtt upplegg sítt upp í partar, har hann greiddi frá skrásetingarstøðuni. Hesir vóru: Familjan, húski, íbúðir, arbeiðsmarknaðurin, løn og inntøka og útbúgving.
Innan familjuøkið eru nógvar upplýsingar, sum vit einki vita um. Eitt nú vita vit ikki, hvussu nógvar famijur eru, hvussu hesar eru samansettar og hvussu nógv børn eru í hvørjari familju. Heldur ikki vita vit, hvar familjurnar arbeiða og hvør inntøka teirra er.
Tá umræður húski í Føroyum, er einasta skráseting vit hava í dag, tann, sum postverkið hevur. Sostatt er eingin íbúðar- og bústaðarskráseting. Enn ikki í persónstalsyvirlitinum, har trupulleikin er, at tað bara eru størri plássini, sum hava gøtunøvn og ?nummur. Tí vita vit onki um støddina á húskjum og samansetingina av teimum. Heldur ikki hava vit vitan um, hvussu fólk búgva ? raðhús, tvíhús, íbúðir, støddir, rúm og so framvegis.
Á bústaðarøkinum vanta eisini nógvar upplýsingar, tí vit vita ikki hvussu nógvir bústaðir eru, hvørji sløg av bústøðum ella hvussu nógv fólk búgva á hvørjum bústaði.
Arbeiðsmegina vita vit heldur ikki nóg mikið um, segði Hans Pauli Strøm. Eitt nú vita vit ikki hvussu stórur partur av føroyingum er á arbeiðsmarknaðinum og hvussu stórur partur er uttanfyri, og vit kenna ikki býtið millum arbeiðstakarar og sjálvstøðugt vinnurekandi. Heldur ikki vita vit innan hvørjar vinnugreinir, fólk starvast, ella hvussu fólk koma til og frá arbeiði.
Eitt annað øki, sum vit mugu fáa yvirlit yvir, eru lønir og inntøkur hjá føroyingum. Eitt nú kenna vit ikki faktisku tímalønina í ymsu vinnugreinunum, hvussu fólk verða lønt eftir royndum, starvsheiti og setanarslagi.
Seinasta evni, sum Hans Pauli Strøm nevndi, var útbúgvingarøkið, har vit ikki hava nakra útbúgvingarskráseting. Sostatt kenna vit ikki útbúgvingarstøðið hjá føroyingum, um fólk hava fólkaskúla, miðnámsútbúgving ella hava eina tekniska ella hægri útbúgving.
Landsumfatandi kanning
Samanumtikið kann sigast, at vit vita alt ov lítið um okkum føroyingar, segði Hans Pauli Strøm. Tí hóast okkurt hissini skrásetingarvirksemi fer fram her, so er stórur tørvur á at fáa skipað hesi viðurskifti.
Hans Pauli Strøm helt tí, at einasti háttur at fáa allar hesar upplýsingar til vega, er við at venda okkum beinleiðis til fólkið í einari landsumfatandi fólka- og bústaðarteljing. Henda teljing skal so vera tann seinasta teljingin, sum fer fram í Føroyum, og skal hon vera grundarlagið undir nýggjum skrásetingargrunnum, sum so skulu dagførast framyvir.
Tá verður gjørligt at framleiða hagtalsyvirlit um ymisk viðurskifti, sum hava við føroyska samfelagið at gera, samstundis sum vit fara at kunna samanbera livistøðið í Føroyum við onnur lond, segði Hans Pauli Strøm.
- Úrslitið av hesi seinastu fólkateljingini verður ein ómetaligur dýrgripur av vitan, tá umræður at eftirmeta støðuna í landinum, tá avgerðir skulu takast, í arbeiðinum at leggja framtíðina til rættis, og fyri alla samfelagsgransking, segði Hans Pauli Strøm at enda.