Túsundtals hermenn á veg til Aleppo

Bretska kringvarpið BBC sigur frá keldum í Sýriska Frælsisherinum, at fleiri túsund stjórnarhermenn eru á veg til býin Aleppo. Eitt nú hevur stjórnarherurin tikið hermenn frá markinum við Turkaland og flutt teir til Aleppo, sum er næststørsti býur í Sýrialandi og týðandi handilsbýur.

Harðir bardagar hava verið í Aleppo teir seinastu dagarnar. Fyrradagin brúkti stjórnarherurin stríðstyrlur í bardøgunum, og í gjár frættist, at stríðsflogfør hjá stjórnarherinum bumbaðu mál í býnum. Sambært tíðindastovunum er hetta fyrstu ferð, at myndugleikarnir hava brúkt stríðsflogfør í bardaganum við uppreistrarmenninar.

Turkiska stjórnin kunngjørdi í morgun, at hon fer at lata markið við Sýrialand aftur. Tað verður gjørt av trygdarávum. Tað er ikki greitt, um avgerðin er ein avleiðing av, at sýriski herurin hevur tikið sítt herfólk burtur frá markinum.