Fólk í túsundatali eru rýmd frá húsi og heimi, eftir at eitt gosfjall á indonesisku oynni Sumatra er farið at goysa. Myndugleikarnir hava givið 18.000 fólkum boð um at fara frá húsum, men fleiri eru farin sjálvboðin.
Gosfjallið, sum eitur Sibung, hevur ikki goyst tey seinastu 400 árini, men nú sendir tað royk og øsku hálvan annan kilometur upp í loft.
Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at alt lendið innan fyri fimm kilometrar frá gosfjallinum liggur undir øsku nú, og at fólk, sum eru komin haðani, kæra seg um, at tey hava ilt við at draga andan.
Reyði Krossur í Indonesia hevur sent hjálparfólk til gosøkið.