Týskur ákæri skotin

Ein almennur ákæri varð í dag skotin í einum rættarsali í býnum Dachau í Bayern har suðuri í Týsklandi.

Løgreglan sigur, at rætturin viðgjørdi eitt mál ímóti einum manni, sum er ákærdur fyri fíggjarsvik. Brádliga tók maðurin eina skammbyrsu og skjeyt fimm skot í ymsar ættir. Trý av skotunum raktu ákæran so meint, at hann doyði. Løgreglan tók byrsumannin, og hann situr nú í varðhaldi.

Ákærin, sum var 31 ára gamal, hevði verið ákæri í trý ár.