Stóri týski festivalurin Rock Am Ring, sum verður hildin har vesturi í landinum, mátti sunnudagin avlýsa allar konsertir.
Orsøkin var, at ógvusligur torusláttur hevur órógvað festivaløkið um vikuskiftið, og fleiri ferðir vóru fólk rakt av snarljósum, sum slógu niður.
Classic Rock skrivar, at minst 80 fólk fingu snuddir eftir toruveðrið, og átta teirra fingu álvarsaman skaða.
Sunnudagin vildu myndugleikarnir ikki vága meira og avlýstu allar konsertir, sum skuldu verða tann dagin. Samstundis fingu festivalgestinir boð um at fara heim. Fyrireikararnir søgdu seg taka undir við avgerðini.