Týsku lummarnir ikki ótømandi

Týska stjórnin ávarar nú onnur lond ímóti at halda, at Týskland er sinnað at halda fram við veita fíggjarliga hjálp.

-Lummar Týsklands eru ikki ótømandi, og týskarar hava eisini egnar skyldur at halda, segði talsmaðurin hjá Angelu Merkel, kanslara við tíðindafólk í dag.

Hann legði afturat, at Týskland stendur undir liðini á sínum samstarvslondum í Evropa og hevur longu veitt fleiri teirra stóra hjálp. Men landið hevur eisini egna skuld, og hóast fíggjarstøðan er góð, eru lummarnir ikki ótømandi, segði hann.

Onnur lond hava borið upp á mál, at Týskland eigur at koyra meiri pengar í kreppugrunnin hjá evrulondunum.