Fyrsta fjórðingsfinalan í EM-endaspælinum endaði við, at Týskland vann á Portugal. Spenningurin var stórur til dystin, og tað vóru fleiri, sum høvdu hug at gera Portugal til favorittar. Men tað vóru týskararnir, sum vunnu dystin. Týsklandi legði seg á odda 2-0 tíðliga í dystinum við málum frá Schweinsteiger og Klose. Nuno Gomes minkaði til 2-1, men Ballack skoraði so til 3-1. Heldar Postiga minkaði til 3-2 móti endanum av dystinum, og tað gjørdist úrslitið.