Týskland vann Eurovision

Við 248 stigum gjørdist tann bert 19 ára gamla Lena úr Týsklandi sannførandi vinnari av Eurovision Song Contest 2010. Finalan í Eurovision Song Contest 2010, sum hevur verið hildin í Oslo, er júst av. Vinnarin av kappingini gjørdist tann blaðunga Lena Meyer-Landrut úr Týsklandi, sum fyri bert 6 døgum síðani gjørdist 19 ár.

 

Við sanginum »Satellite« megnaði unga Lena at savna nógv flestar atkvøður frá limaondunum í Eurovision kappingini.

Væl verður annars latið at norsku fyriskipanini av Eurovision finaluni, sum er hildin í Oslo.

 

Fyri okkara grannar úr Íslandi gjørdist hetta ikki tann besta luttøkan í Eurovision. Ísland fekk einans 41 stig.

 

Fyri Danmark sá eina løtu gott út, og lá Danmark á einum øðrum plássi, tá umleið helvtin av stigunum vóru latin. Men síðani dragnaði Danmark aftur og endaði nummar fýra við 149 stigum.