Týskland í mótvindi

-Agenda 2010

Týskland er í kreppu, ið serliga sæst á vaksandi arbeiðsloysinum. Serliga Berlin er hart raktur skrivar Die Zeit. Royndin at byrgja upp fyri arbeiðsloysinum við 138 milliónum Euro í Berlin er miseydna. Serliga eru tað ?die Ossies?, tey í fyrrverandi DDR, ið eru arbeiðsleys. 13 ár eftir samanleggingina av báðum týsklondunum, er enn stórur munur á lívinum í Vesturtýsklandi og eystaru økjunum.

Tey ríkastu Bundeslondini í tí sameinda Týsklandi eru Bayern við stóra og ríka kraftsentrunum München og grannaøki Baden-Wüttemberg, ið m.a. framleiðir teir flestu týsku bilarnar.
Sjálvt um tey í Eysturtýsklandi í dag arbeiða umleið einar tríggjar tímar meiri enn tey í vestaru grannaøkjunum, so forvinna tey minni. Gerhard Schröter og flokkurin SPD hevur av øllum alvi roynt at broyta hetta, m.a. við sloganinum ?mut der veranderung?, ella mót til at fremja broytingar. Í Týsklandi í hesum døgum er nógv skriva um Agenda 2010, ið er politiska ætlanin hjá SPD. Tað stendur púra greitt at týski búskapurin ikki hevur tað gott, og neyðugt er tí at fremja stórar sparingar. Í Agenda 2010 ætlanini er serligur dentur lagdur á arbeiði og útbúgving, her hugsa tey serliga um tey esytan fyri Elben ánna, har ein millión fólk leita eftir arbeiði. Í fleiri økjum eru 19% arbeiðsleys, ið er meiri enn helvtina fleiri enn í restina av stóra landinum. Fleiri støð er ídnaðurin í gamla eysturtýsklandi skramblaður saman, eingin torir at seta pening í nakað har, so úrslitið gerst at eingi nýgg virki koma.
Við Agenda 2010 er greitt at fíggjarmálaráðharrin Hans Eichel skal spara minst 15 milliardir Euro (helst 18) (hetta er umleið 115 milliardir krónur hvørt ár). Tá Bundestingi og Bundesøkini koma saman eftir summarfrítíðina fara tey at kjakast um Agenda 2010 ætlanina, ið fólk ræðast. Hetta ger ikki javnaðarflokkin SPD serliga vældámdan, tí øll koma at finnast harligani at honum, sjálvt um flokkurin helst einki annað kann gera í hesi støðu. Hetta fer at hevna seg illani við næsta væl og ?er ein stórur skaði fyri flokkin? sigur ein fremstandandi javnaðarkelda í Die Zeit (ið er hin mest virda avísin í Týsklandi). Týskland er skjótt sjúklingurin í Europa. Í passar illani við myndina av hesum sterka ídnaðarlandi vit eru von við at hoyra um.
Tað hevur stóra ávirkan á Danmark at týski búskapurin er so illani fyri, tí Týskland er hin størsti marknaðurin fyri danskar landbúnaðarvørur.