Týskland góðkent kreppupakkan

Samveldisdagurin í Berlin samtykti í dag at góðkenna ES-kreppupakkan til evrulondini, sum skal forða fyri óró á fíggjarmarknaðinum. Ein stórur meiriluti av Samveldisdegnum atkvøddi fyri at góðkenna kreppupakkan, hóast bæði samgongu- og andstøðupolitikarar søgdu seg vera í iva.

Pakkin er ein avleiðing av teimum óstøðu búskaparviðurskiftunum í fleiri suðurevropeiskum londum.

750 milliardir evrur eru í honum, og av hesum skal Týskland lata 148 milliardir evrur.

Tann stóri sosialdemokratiski andstøðuflokkurin atkvøddi ímóti. Flokkurin er ikki ímóti pakkanum sum heild, men heldur, at fíggjarhrimurin eigur at átaka sær ein størri part av ábyrgdini.