Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu verður í dag sagt eitt sindur um ein fornfrøðisligan útgrevstur á Krambatanga - ein útgrevstur, sum kann fara at vísa seg at vera rættiliga forvitnisligur.
Greitt verður frá einum gongutúri í Øravíkarlíð og á søguliga Krambatanga, har Bent Albinus og Pól Arni Holm greiddi frá um hanseatarnar, ið høvdu handil á Krambatanga.
- Handilin bleiv bygdur í 1656, men virkaði einans í trý ár. Á túrinum kom Bent Albinus, sum í dag eigur økið, inn á, at seinni í ár fer stórur fornfrøðisligur útgrevstur at fara fram á økinum.
Á heimasíðuni verður lagt aftrat, at hesin útgrevstur verður fíggjaður av týska statinum.
- Nú er stundin so komin hartil, at fólk eru farin í gongd við at grava út, og til ber at fylgja gongdini á Facebook-síðuni her.
Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at umboð fyri kommuna seinni fara at vitja staðið og at tey fara at fáa eitt prát við útgrevstrarfólkið.