Týskarar skulu spara nógv

Týskarar skulu nú fyrireika seg til umfatandi sparingar tey næstu árini. Stjórnin kunngjørdi í dag, at hon hevur gjørt av at skarva 80 milliardir evrur ella einar 595 milliardir krónur av teimum almennu útreiðslunum hetta til 2014 fyri at fylla nøkur stór hol í ríkiskassanum.

Angela Merkel, kanslari, segði á tíðindafundi, at tann stóra spariætlanin er neyðug fyri at fáa tann týska búskapin aftur í eina trygga legu.

-Hetta eru álvarssamar tíðir, og hetta eru truplar tíðir. Vit hava ikki ráð til alt, sum vit kundu hugsað okkum, um vit skulu hava tamarhald á framtíðini, segði hon.