Týskarar kenna Føroyar

Fótbóltsdysturin í Hannover seinasta mikukvøld hevur veruliga sett Føroyar á týska heimskortið. Tað er ikki blað, sum ikki nevnir dystin, og summi hava langar greinar og ferðafrásagnir úr Føroyum

Ferðavinna

Braunschweig:Týskarar hava lagt merki til, at føroyingar skulu spæla landsdyst móti risanum í fótbóltsheiminum. Tí týska landsliðnum. Øll bløð, tú fekst hendur á dagarnar undan dystinum, nevna hann, og eisini tíðarrit, sum liggja frammi, eitt nú í tokinum, hava gjørt væl burturúr.
Tað er kvøld, og myrkt er uttanfyri, tá vit eftir at hava flogið til Berlin, koma á Spandau jarnbreytastøðina og seta okkum í skjóttgangandi ICE tokið, Bettina von Arnium, sum við hálvttriðjahundrað kilometra ferð um tíman flytir okkum móti Braunschweig.
Táski feðaleiðarin, sum bár í Danmark og tosar enskt, er ættaður úr Braunschweig og vil fegin siga frá um báin. Tó argar tað hann ikki sørt, at Braunschweig, sum hevur stoltar fótbóltstraditiónir, nú má víkja fyri pinkubánum í grannalagnum, Wolfsburg, sum við sínum nógvu fólkavognspengum setir seg á fóltbóltin í umráðnum.
Vit tosa um fótbólt, sum vera man, og Knut, sum ferðaleiðarin eitur og sigur seg vera uppkallaðan eftir Hamsun, ið mammu hansara dámdi so væl at lesa, er fólkaligur og væntar ikki, at føroyingar fara at klára seg so illa í dysti móti týskarum.
Hann hevur verið í ferðavinnuni í mong ár og kennir eisini Føroyar, men ivast eitt sindur í, hvussu væl oyggjarnar annars eru kendar her, hóast nógvir Týskarar eru farnir at ferðast í Norðuratlantshavi, síðan Norrøna er komin.
?Men nú verða teir helst fleiri, sum fara at vita eitt sindur um Føroyar, tí nú er nógv skrivað og sagt um tykkum seinastu tíðna, sigur hann.
Tokið ekur skjótt eftir jarnbreytini. Vit síggja beint yvir á elektroniska ferðmátaran, sum stendur á skottinum yvir av okkum. Hann er uppi á 249 km/t., og vit eru spent at síggja, um hann fer upp á 250. Tað fer hann. Heilt upp á 251 km/t.
Men tað er eisini annað,sum fangar hugin, tí á borðinum, vit sita við, liggur eitt tíðarrit, sum týska jarnbreytarfelagið gevur út og leggur í tokini, so fólk kunnu taka tað heim við sær. Ókeypis.
Eg taki tað upp av vanligum forvitni og blaði í. Hvøkki við, tí har standa knappliga bæði Risin og Kellingin og smílast til mín. Ein stór litmynd tvørtur um alla opnuna. Tikin oman fyri Tjørnuvík í hoyna við útsáni tvørtur um Flógvan.
Eg blaði, og greinin heldur fram yvir enn tríggjar heilar síður við nógvum góðum litmyndum.
Ikki eiti á reklama at fáa soleiðis. Fleiri milliónir fólk hava møguleika at síggja og lesa hesa ferðafrásøgnina, sum táski blaðmaðurin hevur gjørt í Føroyum í summar. Og vit gjalda ikki eitt oyra fyri alla hesa lásingina.
Hann hevur ferðast víða, hesin Martin M¸ller, sum hevur verið í Føroyum í summar. Hevur upplivað Havleik í Havn, verið og fleygað í Mykinesi, til konsert í Klæmintsgjógv í Hesti og vitjað á Hotel Norð á Viðareiði. Og honum hevur eftir øllum at døma dámað tað, hann hevur sæð og upplivað.
Og tað er ikki eiti á yvirskrift, hann hevur givið sínari ferðafrásøgn.
»Tá fiskararnir hátíðarhalda UFO'ararnar«, nevnir hann greinina.
Hann sigur frá, at ein teirra, hann hevur tosað við, metti tað javnt við eina UFO innrás, tá føroyingar fyri 12 árum síðan rættiliga harðliga stigu inn á altjóða fótbóltsvøllin. Sipað verður sjálvandi til hin tiltikna Landskronadystin móti Eysturríki. Og nú eiga Týskarar tørn, verður víst á.
Ferðin til Føroya og ferðafrásøgnin í toktíðarritinum týska eru heilt greitt eitt úrslit av fótbóltslandsdystinum landanna millum. Tað gongur eisini táðuliga fram í greinini.
Og at Týskarar taka hetta í álvara, er eingin ivi um. Tí við síðuna av blaðnum »mobil« hjá Deutche Bahn liggur eitt blað, sum táski fíggjarheimurin dagliga gevur út, og sum eisini hevur ein stubba um, at nú eru bæði Ballack og Haman frískir aftur, og vónirnar fyri einum góðum dysti móti føroyingum eru til staðar.
Sum kunnugt gjørdist úrslitið av dystinum rættiligra óvæntað hjá nógvum. Og eingin ivi er um, at umrøðan av Føroyum er stór í Týsklandi í løtuni, og tí eiga føroyingar nú at smíða, meðan jarnið er gløðandi heitt.